Hetta loysir seg væl hjá pensjónistum

– Og tað er ein møguleiki, sum 21 prosent av pensjónistum, hava brúkt

Frá januar í fjør til í februar í ár høvdu 107 pensjónistar gjørt av at útseta pensjónina. Hesa tíðina hava 518 fólk fylt 67 ár og tað merkir umleið 21 prosent av pensjónistunum hava gjørt at at útseta pensjónina.

Tað hevur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, upplýst fyri Løgtinginum.

Hon sigur, at tey, sum útseta pensjónina, skulu ikki siga, hvssu leingi tey vilja útseta pensjónina og tí er ringt at siga, hvussu leingi tey ætla at útseta hana, men av teimum 107 pensjónistunum, sum hava útsett pensjónina, hava tríggir tikið tað aftur, so nú eru tað 104 pensjónistar, sum ikki fáa pensjón, tí teir hava útsett hana.

Ein stakur pensjónistur, sum útsetir pensjónimna  í eitt ár, fær 537 krónur meiri um mánaðin, tá ið so fáa pensjón og hann fær 1.790 krónur meiri í pensjónin mánaðin, verður pensjónin útsett í trý ár.

Ein giftur pensjónistur, sum útsetur pensjónina í eitt ár, fær 411 krónur afturat um mánaðin og útsetur hann pensjónina í trý ár, fær hann 1.370 afturat um mánaðin. Men útsetur ein pensjónisur pensjónina í 10 ár, verður hon tvífaldað.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsóttir er bilsin av, at so nógv útseta pensjónina, men hon heldur, at tað er ein sólskinssøga, tí tað er eitt tekin um, at fólk hava góða heilsu.

Tað var Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, sum reisti málið í Løgtinginum. Hon var eisini landsstýriskvinna í almannamálum í undanfarnu samgongu, sum setti pensjónsskipanina í gildið, og hon sigur, at í Føroyum loysir tað seg væl at útseta pensjónina, tí so fáa tey væl meiri í pensjón.

Hon er rættiliga væl nøgd við, at 21 prosent av pensjónistum hava útsett pensjónina og hon vísir samstundis á, at tað eru rættiliga nógv fólk, sum arbeiða í nøkur ár, eftir at tey eru pensjónistar.

Hon vísir á, at helvtin av teimum, sum eru fylt 67 halda fram at atbeiða og 40 prosent av teimum 69 ára arbeiða framvegis, Í miðal er lønin 22.000 – 23.000 krónur um mánaðin, so tað er ein góð løn hjá einum pensjóniaiti, heldur hon.

 – Við eini so góðari inntøku, loysir tað seg væl at útseta pensjónina, heldur Eyðgunn Samuelsen.