Hergeir Staksberg
------------
Eg lærdi, at vit ikki hava demokrati í Føroyum. Hinvegin lærdi eg, at tað er eitt greitt samband millum pengar og tinggáttina. Tað vóru tey vælhavandi, lýsingarfyritøkur, miðlar og timburhandlar vunnu, meðan demokratiið tapti valið.
Tað fyrsta tú skalt gera, tá tú stillar upp, er at gera teg sjónligan og syrgja fyri, at tínar meiningar koma út til fólkið. Longu her svíkir demokratiið.
Eitt gjøgnumført valstríð = $$$
Ætlar tú at skriva eina heilsíðu í bløðunum, so kostar tað uml. 3.000 kr. Skalt tú so skriva eina síðu um vikuna í Dimmu, Sosialinum, Gratisavísini, Norðlýsið og øðrum valbløðum, so skalt tú av við 10.000+ um vikuna.
Skalt tú koma runt til øll fólk, so mást tú eisini brúka ymisku portalarnar á netinum. Her hava vit nordlysid.fo, vagaportal.fo, sandportal.fo, roddin.fo osfr.. Hesir taka uml. 400 kr fyri hvørja grein. Hetta gevur uml. 2.000 kr aftrat um vikuna.
Síðani koma lýsingarnar. Ein síða í bløðunum kostar uml 10.000 kr.. Skalt tú eisini lýsa á ymsu portalunum, so kostar hetta eisini nakrar 1.000 krónur. Umframt, at lýsingar á Rás 2 eisini kosta pengar.
Leysliga roknað, so kostar ein vika við gjøgnumførdum valstríði uml. 50.000 kr um vikuna.
... men enn mangla vit plakatir, sum kosta uml. 3.000,- fyri 100 stk.. Skalt tú hava nakrar størri plakatir, so kosta tær eisini tað meir. Visitkort kunnu kosta heilt upp í 2.700,- fyri 250 stk.. Umframt hetta, so skalt tú eisini gjalda fyri træplátur, pelar, lím og strips. Hetta tilfarið kostar uml. 2.000 kr. fyri 30 plakatir. Brúka vit hetta dømið, so kostar hesin parturin uml. 7.700,-.
Stutta av tí langa: Tað eru tey, sum hava pengar, sum verða sædd, og tað eru tey, sum verða sædd, sum verða vald.
Ps. tølini eru ikki heilt 100%, men tey eru á góðari leið.










