Alt ruskið á myndini savnaði Dávur Beder upp inni í Kollafjarðartunlinum týsnáttina.
- Ótrúligt fólk kunnu vera líkaglað, sigur hann.
Dávur Beder var á veg heim. Hann hevði verið eitt lítið ørindi í Havn, men varð nú á veg norður eftir aftur, inn gjøgnum Kaldbaksfjørð og so gjøgnum Kollafjarðartunnilin.
- Tá eg var komin nakað inn í tunnilin sá eg, at okkurt lá á vegnum. Eg varnaðist ov seint, at tað var ein ruskposi, so eg rendi á hann og hann skrædnaði. Eg steðgaði tí á, samlaði ruskið saman og tók tað inn í bilin. Komin eitt sindur longur inn í tunnilin, síggi eg at uppaftur meiri rusk liggur og flýtur á vegnum, so eg steðgaði og heintaði tað eisini, sigur hann við in.fo.
Dávur Beder sigur, at tá hann stutt frammanundan koyrdi suður eftir gjøgnum tunnilin lá einki á vegnum, so hann ivast ikki í, at onkur hevur nýtt høvi at tøma bilin inni í tunlinum.
Síðani hann legði myndina út á vanga sín á Facebook, hevur hann fingið nógvar viðmerkingar. Øll rósa honum fyri, at hann velur at steðga og taka ruskið upp, meðan onkur hevur á orðið, at vit illa kunnu finnast at útlendingum, tá vit dálka so illa sjálvi.
Slík dálkin er fullkomiliga óneyðug. Tað er ikki verri enn so, at ein tømir ruskið í ruskíløt, tá ein kortini fyllir brennievni á bilin.
Dálking í náttúruni fyllir meiri í tilvitskuni hjá fólki. Her fyri vóru fólk í Trongisvágsbotni og ruddaðu, og onnur hava heitt á fólk, sum fara í hagan í vár, um at taka eitt net við sær, sum tey kunnu savna rusk og lesull upp í.