Hetta kunnu vit yvirhøvur ikki liva við

Hetta er eitt ótrúliga stórt bakkast fyri okkum, sigur borgarstjórin í Vági

Hetta kunnu vit ikki liva við!

 

Tað staðfestir Dennis Holm, borgarstjóri í Vági.

 

Hann sipar til, at stóri alibáturin hjá Bakkafrost, Hans á Bakka, nú hevur verið í Suðuroy eftir laksi, og ført hann norðureftir til kryvjingar, samstundis sum at kryvjivirki er í Vági.

 

Borgarstjórin sigur, at hann hevur skrivað til bæði Aksel V. Johannesen, løgmann, og Høgna Hoydal, varaløgmann, og gjørt teir varugar við støðuna.

 

Eg havi víst teimum á, at vit hava stúrt fyri, at kundi vera avleiðingin, verður ikki ein støða tikin til, hvussu alivinnan í Suðuroy skal skipast.

 

Og nú er støðan ávaraðu um, vorðin veruleiki, sigur Dennis Holm.

 

Hann sigur, at tað eru eini 40 fólk til arbeiðis á Kryvjivirkinum í Vági, og hvørja ferð, ein last verður flutt norðureftir, fáa tey minst eina arbeiðsviku minni á virkinum enn tey annars høvdu fingið.

 

Samstundis hava vit fingið at vita, at Bakkafrost hevur ætlað at byggja nýtt sláturvirki og at fáa arbeiðið aftur á gamla flakavirkinum, Polarfrost, verður støða tikin til alivinnuna í Suðuroy.

 

Kjarnin í málinum er at nú er Hvalbiarfjørður eisini alifjørður og Bakkafrost vil bara seta ætlanirnar í Suðuroy í verk, verður Hvalbiarfjørður lagdur alingini, tey hava.

 

Hinvegin hevur landsstýrið tosað um at Hvalba skal vera sjálvstøðugt aliøki, og so fær Bakkafrost einki gjørt, tí so rena tey seg í loftið fyri, hvussu nógv alibrúk, ein einstøk alifyritøka kann eiga í Føroyum.     

 

Dennis Holm sigur, at tað verður ómetaliga tórført hjá teimum at standa og hyggja at, ímeðan tað alivirksemið, sum er í Vági, verður niðurlagað og avtikið.

 

- Tí má minsta kravið verða, at tey, sum hava at ræðisrættin til alingina í Suðuroy, eisini skal hava eitt ávíst virksemi í Suðuroynni.

 

Dennis Holm sigur, at ein einasti máti er at taka økini, Bakkafrost brúkar í Suðuroy, frá teimum.

 

– Men tað vildi verið heilt burturvið av landsins myndugleikum at koma okkum í ta støðuna, tí teir eiga sjálvsagt at loysa málið áðrenn tað kemur hartil, sigur borgarstjórin í Vági.  

 

– Tí havi eg eisini heitt á løgmann og varaløgmann og at taka málið upp, og at skunda undir eina loysn.

 

Í tí sambandi heldur hann, at ein treyt fyri at lata Bakkafrost yvirhøvur sleppa ala í Suðuroy, skal vera, at tey eisini leggja eitt ávíst virksemi í Suðuroy.

 

 

Les eisini, at Hendrik Old, landsstýrismaður, sigur at: Hetta er eitt ótrúliga stórt vónbrot

 

 

- Myndugleikarnir ætla at seta fiskiskipum, sum fáa framíhjárætt til okkara fiskiríkidømi, tað treyt, at fiskurin skal um føroyskan bryggjukant.

 

- Bakkafrost fær framíhjárætt til at brúka okkara firðir og eg síggi ongan trupuelleika yvirhøvur í at seta teimum sum treyt, at tey hava eitt ávíst virksemi í Suðuroy, sigur Dennis Holm.  

 

Hann sigur, at gongdini sum nú er, kunnu tey yvirhøvur ikki liva við, har firðirnir í Suðuroy verða brúktir til aling, men at alt virksemið verður flutt av oynni, samstundis sum at kommunurnar í Suðuroy skulu standa við upptakinum.