Hetta kunnu vit øll vera stolt av

Ein fantastiska góð jólagáva til klaksvíkingar

Næsta ár verður farið undir at byggja eina nýggjan stórskúla í Klaksvík.

Tað eru teir báðir skúlarnir við Ósánna og á Ziskatrøð, sum nú verða lagdir saman til ein skúla.

- Vit fara at fáa ein fantastiskan vakran og arbeiðsligan skúla, sum allur býurin kann vera stoltur av, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

 Tað, sum verður nýbygt nú í fyrsta byggistigið, er 4.600 fermetrar og tá ið hann er liðugur, verður hann 11.000 fermetrar

 

Hann sigur, at skúlin lýkur øll krøvin, nútíðin setir til ein skúla og hann skuldi eisini kunna lúka krøvini nøkur ár fram.

 Hann hevur nógv høli og eyka rúm, umframt at tvær skúlastovur kunnu leggjast saman til eitt høli á 120 fermetrar.

Alt tað ber í sær, at tað ber til at skipa undirvísingina á ymsar hættir.

 

Miðdepilin í skúlanum, sum bindur báðar skúlarnar saman leggur upp til in virknan skúla, tí har er pallur, har ber til at borðreiða fyri nógvum fólki, so tað verður eisini matstovna hjá næmingunum -og saman við bókasavninum verður lagt upp til ein virknan skúla.

- Hetta verður ein varði fyri skúlaskapin í Klaksvík í framtíðini, sigur borgarstjórin.

Nýggi skúlin skal byggjast í trimum byggistigum. Fyrsta byggistig, sum verður liðugt á sumri í 2018 kostar 106 milliónir krónur, sigur Jóan Lutzen, formaður í trivnaðarnevndini, børn og ung.

Tilsamans kostar skúlin einar 160 millónir og mett verður, at hann er liðugur í 2021-2022

Tað er ein stór upphædd, men tað er væl útgivið, sigur Gunnvá við Keldu, býráðslimur.

Dentur verður lagdur á, at skúlin verður ein depil mitt í býnum við nógvum lívi og ljósi allan dagin og ikki bara frá 8 til 15, tí har eru umstøður til leikir, konsertir og mang og hvat eftir skúlatíð.

Í nýggja skúlanum verða 22 stovur, tað eru skúlastovur, køkur, høli til serundirvísing, felagsstovur, høli til heilsusystur, og fakhøli til tónleik, leiklist og heimkunnleika.

- Hetta er ein fantastisk jólagáva til klaksvíkingar, hóast tað er neyðugt at hækka skattin eitt hálvt prosent, siga býráðslimir.

 

Hetta er størsti byggiætlanini í Klaksvíkar kommunu nakrantíð og hendan næsta tíðin skal nú brúkast at gera verkætlanina klára at bjóða út.

Næsta ár verður farið í gongd at byggja og í næstum verður eisini skipa fyri eini navnakapping fyri at finna eitt gott og hóskandi navn til skúlan.