- Vit lata ikki upp aftur, fyrrenn vit hava fingið fulla vissu fyri, at hesin larmurin er hildin uppat.
Lis í Niðristovu, sum hevur Kaffihúsið í Vágsbotni, er í døpurhuga.
Í eina tíð hava tey høgt og brotið grót beint undir liðini á Kaffihúsinum í sambandi við, at Bátafelagið skal byggja nýtt felagshús.
Men larmurin er so ógvusligur, at nú síggja tey í Kaffihúsinum sær ongan annan útveg enn at lata aftur.
- Vit hava sæð hvønn dag, at fólk rýma undan larminum.
- Vit kunnu ikki bjóða okkara viðskiftafólki at koma inn í Kaffihúsið, og vit kunnu heldur ikki bjóða okkara starvsfólki at arbeiða í slíkum larmi, sigur hon.
Arbeiðseftirlitið hevur verið í Kaffihúsinum og kanna larmin og hann var so mikið langt omanfyri markið, at starvsfólki skal hava oyrnavernd fyri at kunna vera til arbeiðis.
Tí hevur hon hon nú tikið ta støðu, at hon letur ikki upp aftur, fyrrenn tey hava fingið fulla vissu fyri, at tey eru liðug at larma.
Hon sigur, at hetta er ein stórur, fíggjarligur smeitur, bæði fyri hana, og fyri starvsfólkini, sum eru upp ímóti 10 í tali og sum sostatt heldur ikki fáa løn.
Og tá ið tey lata upp aftur, skulu tey haradturat undir eitt stórt tak at byggja marknaðin upp aftur og at vinna skaran av viðskiftafólki aftur.
Hon sigur, at hetta hevur verið støðan í hálvan annan mánað og enn hevur eingin kunnað sagt henni, nær tey vera liðug.
Lis í Niðristovu sigur, at hon hevur roynt at at tosa við allar partar, men har er einki at gera og tískil hevur hon nú tikið avleiðingarnar.
- Eitt uppskot frá okkum er, at vit sleppa at hava opið hálvan dag í frið og so kunnu tey bróta grót hálvan dag, men heldur ikki tað fekk undirtøku.
Vit hava meiri um málið seinni. Eitt nú hava vit eina viðmerking frá Heðin Mortensen, borgarstjóri, eina viðmerking frá Sjúrði Holm, stjóra í Búsetur, sum ger arbeiðið og vit royna eisini at fáa eina viðmerking frá Bátafelagnum.
Myndin er av Kaffihúsinum og grundini beint við, har bygt verður.