? Hetta kunnu vit ikki bjóða ferðafólki

? Vit hava móti okkara egnu meginreglu strikað upp básarnar á ferjuleguni. Vit kunnu ikki bjóða ferðafólki hetta, sigur Jógvan við Keldu, býráðsformaður í Klaksvíkar kommunu

Meðan einki hendir í ferjuleguni í Leirvík ísamband við uppstrikan, hevur Klaksvíkar kommuna tikið málið um uppstrikan í egnar hendur. Í hesi vikuni hava teir strikað teir illa slitnu básarnar upp av nýggjum.


Bræv til Strandfarðaskip Landsins og Landsverkfrøðingin

? Eg haldi tað er heilt skilaleyst, at tað ikki fæst loysn á hesum stríðsspurninginum um uppstrikan av ferjulegunum, sigur Jógvan við Keldu.

? Vit hava í hesi vikuni sent bæði Strandfarðaskipum Landsins og Landsverkfrøðinginum bræv, har vit biðja teir um at fáa greiðu á hesum málinum við uppstrikanini. Um teir ikki finna útav at loysa málið fara vit til landsstýrismannin, sum hevur við hetta málið at gera (Finnbogi Arge), og so má hann fáa eina loysn á.

Jógvan við Keldu veit eisini, at sjálvt havnaøkið í samband við ferjulegurnar er eitt kommunalt mál á pappírinum. Men tað eigur tað als ikki at vera, metir hann.

? Eg dugi ikki at síggja, at hetta skal vera eitt kommunalt mál, tí hetta er jú ein partur av landsveganetinum. Landsverkfrøðingurin fær pengar játtaðar á fíggjarlógini til at halda alt landsveganetið.

? Kommunurnar fáa heldur einki fyri allar bilarnar, sum nýta ferjulegurnar. Tað er hinvegin Strandfaraskip Landsins, sum fær henda peningin. Tí skuldi tað verið Strandferðslan og Landsverkfrøðingurin, sum skulu gjalda fyri at halda ferjulegurnar, bæði tá ið hugsað verður um uppstrikan og asfaltering.


Samdir við Leirvíkar Kommunu

At vit kortini hava gjørt tað sjálvir í Klaksvík, er tí vit kendu okkum noyddar til tað.

? Vit kunnu ikki lata tað ganga, at vit bjóða okkum fram sum ferðamannaland, og veita tílíka vánaliga tænastu. Í Klaksvík veit eg kortini ikki um, at ferðafólk er farið skeivt, men í havnini í Leirvík, vita ferðafólk als ikki hvar tey skulu fara.

? Eg eri eisini heilt samdur við Leirvíkar kommunu at asfalteringin og uppstrikanin á ferjuleguni hjá teimum eiga teir sum kommuna ikki at gjalda.