– Tað ber ikki til at hongja allar bústaðarneyðina um hálsin á Bústøðum, tí tey klára ikki at loysa ikki trupulleikarnar einsamøll. Tað staðfesti Brandur Sandoy, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, hendan dagin, tá ið Løgtingið viðgjørdi uppskotið hjá samgonguni um bústaðarpakkan.
Hann heldur, at tískil skal bústaðartrotið minkast, verður tað neyðugt at seta onnur tiltøk í verk enn bara at lata Bústaðir byggja. Bæði hann, og onnur tingfólk, vístu á, at ein máti er at geva fólki heimild til at matrikkulera hus sundur, soleiðis, at hús í tveimum hæddin verða tvey sjálvstøðug matrikkulnummur, tí so kunnu fólk fáa egnan bústað, bæði í erva og í neðra. Hetta er annars eitt uppskot, sum varð nevnt fyri fleiri árum síðani.
Fleiri tinglimir halda eisini, at kommunur eiga at fáa heimild at taka gjøld fyri tænastur til hús, sum eingin býr í. Tey vísa á, at nógva staðni kring landið standa hús, sum eingin býr í, men sum bara vera brúkt til summarhús nakrar fáar dagar um árið.
Brandur Sandoy er av teirri sannføring er, at fáa kommunurnar heimild at taka gjald fyri kloakk, vatnveiting, og aðrar tænastur, høvdu nógv av hesum húsunum verið seld, og sostatt høvdu tey komið á bústaðarmarknaðin. Hann heldur, at tað hevði eisini minkað um hugin at keypt summarhús og so høvdu húsini kunna verið seld fólki, sum vildu búð í teimum.
Fleiri av hesum uppskotunum eru gamlir travarar, sum hava verið endurtikin upp í saman, í fleiri ár, men tað vísir seg at tað verður ikki til meiri enn prát, tí enn eru eingi stig tikin tann vegin.