- Skulu vit røkka okkara dreymum og visjónum og og málum, krevst, at taka í felag.
Tað staðfesti Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi í formansrøðu síni á flokstingi í morgun.
Og hann sigur, at ferðin fram ímóti málinum skal byrja við Løkin í Runavík í dag, har Tjóðveldi heldur floksting.
Og dreymurin er somu rættindum og skyldum hjá øllum fólki og øllum tjóðum, við eini samhaldsfastari vælferðarskipan, ókeypis útbúgvinum til øll og ókeypis heilsuverki.
- Men skulu vit røkka hesum máli, krevst, at vit sjálv taka avgerðirnar og at vit sjálv standa til svars fyri teimum. Tað krevst, at vit sjálv byggja tann karm og ta grund, har vit hava fult fólkaræði og myndugleika hjá fólkinum her í landinum.
Høgni Hoydal staðfesti eisini, at tað krevst, at tað er heilt og fult okkara ábyrgd her í landinum at tryggja sosialt rættvísi og livikor til tey, sum tørva. At vit ongantíð góðtaka, at vit bert sæta okkum sjálvum, meðan onnur liva í fátækradømi. Og at vit ongantíð góðtaka, at pengar úr einum øðrum landi tryggja tað sosiala, meðan vit lata okkara egna ovurhonds ríkidømi enda á fáum hondum og fara av landinum.
Høgni Hoydal sigur, at tað krevst eisini, at vit tora at gera nakað við tað blóðskeiva, at bankastjórar og politikarar fáa upp í 7000 krónur í skattalætta um mánaðin, men tann staka mamman, sum arbeiðir í Bónus, fær onki, men skal gjalda 10-12% eyka í skatti av síni egnu pensjón fyri at fíggja lættan hjá hinum.
- Tað krevst eisini, at vit frítt kunnu gera avtalur við onnur lond og felagsskapir. Tað krevst, at vit kunnu taka lut undir egnum flaggi og samleika á heimsins pallum. Tað krevst somuleiðis, at vit kunnu gera og finna okkara egnu loysnir, ið hóska og rigga til hetta okkara egna samfelag.
- Tað krevst heilt einfalt, at vit hava tað greiða málið at gerast ein sjálvstøðug tjóð við somu rættindum hjá fólkinum, sum er tjóðin, sigur Høgni Hoydal í eini hugsjónarligu røðu til tjóðveldisfólk í morgun.