Hetta kom sera óvart á – og tað er óneyðugt

Framferðin hjá SEV kann verða ein forðing, heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag

Tað kom sera óvart á, at SEV nú fer at hækka prísin á streymi 10 oyru fyri kilowattið, umframt mvg. Tað halda tey í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Tey vísa nevniliga á, at hesi seinastu árini hevur SEV ligið á topp-10 listanum yvir tær fyritøkur í føroyska samfelagnum, sum hava størst avlopi

 

Avlopið hjá SEV hevur ligið um 100 milliónir hesi seinastu árini, og gjaldførið frá rakstri hevur verið uppaftur størri, vísir Arbeiðsgevarafelagið á í eini viðmerking í dag.

 

Grundgevingarnar fyri hækkingini eru serliga, at oljuprísurin er hækkaður, og at SEV ætlar at gera íløgur í grøna orku. Men hóast SEV ikki hevði hækkað prísin hevði yvirskotið verið 40 til 50 milliónir í næsta ár við tí oljuprísi, sum væntast at vera.

 

– Orsøkin til, at SEV følir seg noytt at hækka yvirskotið úr 40-50 milliónum, upp í 80 milliónir, um árið, er fyri at kunna gera tær íløgur, sum eru neyðugar fyri at kunna leggja um frá olju.

 

Í góðkenningini frá el-veitingareftirlitinum sæst, at SEV hevur eitt mál um, at skuldin hjá felagnum ikki má vera størri enn eitt vist. Men Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur ikki, at lánibyrðan hjá SEV er ein haldgóð grundgeving fyri at hækka el-prísin.

 

SEV hevur eina eginogn upp á 1,2 milliardir, og eitt rættiliga stórt yvirskot hvørt ár. Men er SEV kortini ikki ført fyri at gera neyðugu íløgurnar, er spurningurin um ikki onnur eiga at sleppa framat at gera íløgur í grøna orku, fyri at fáa aðra fígging, heldur enn at hækka el-prísin, siga arbeiðsgevararnir.

 

Teir vísa eisini á, at hesi seinnu árini hava bæði privatfólk, og vinna, lagt um til el-riknar orkuskipanir. Men tá ið prísurin á streymi hækkar, verður tað ikki serliga lokkandi longur at halda fram á hesi kósini, og tað kann fáa fólk at aftra seg fyri at skifta orkuskipan.

 

– Hóast SEV ætlar, at prísurin skal lækka aftur um nøkur ár, kunnu stóru sveiggini fáa fólk at bíða, til tað tað sæst, um el-prísurin nú veruliga fer at lækka aftur, siga arbeiðsgevararnir.

 

Tey vísa eisini á, at teir heilt stóru el-brúkararnar í Føroyum, eru at finna í útflutningsvinnuni, tey siga, at tað fær avleiðingar fyri kappingarførið, at streymurin verður dýrari.

 

– Hvørt oyra, el-prísurin hækkar, ger úrslitið hjá føroyskum vinnufyritøkum 1,5 til tvær milliónir verri, sigur Arbeiðsgevarafelagið.