Hetta ketsjuppið má ikki etast

Ein sending av væl umtóktum ketsjuppi er tikin aftur

Coop Danmark A/S afturkallar eina sending av X-tra Tomat ketsjupp, sum eisini er selt í føroyskum handlum.

Orsøkin er, at illgruni er um gering í vøruni, og tí er hon ikki egnað til matna.

Ketsjuppið er framleitt í Turkalandi og hevur EAG strikukotuna 7340011340065. Seinasti søludagur á fløskunum er 14/7-2018, 10/8-2018, 18/8-2018 ella 21/8-2018.

Heilsufrøðiliga Starvsstova mælir til, at ketsjuppið verður burturbeint ella borið aftur í handilin, har tað er keypt.