Hetta kennist at vera stórt vónbrot

Nations League kvinnur: Føroyski venjarin rósar sínum fyri avrikið og ásannar, at vónbrotið kennist vera stórt, tá ið úrtøka ikki fekst úr yvirvágini

Tað endaði, sum tað hevur gjørt tríggjar tær fyrstu ferðirnar í hesi Nations League kappingini. Í kvøld var Kýpros gestur á Tórsvølli, og tá ið niðurlendski dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, vísti máltalvan 0-1.

 

Føroysku spælararnir tveittu seg eftir dystarlok á vøllin og signaleraðu, at tær vóru øgiliga vónbrotnir. Kýpriotisku spælararnir stórfegnaðust, tí tær høvdu vunnið 1-0 ella við somu tølum, sum tær vunnu við, tá ið Kýpros og Føroyar fyri einum mánaða síðani dystaðust á Kýpros.

 

Føroyska liðið var væl upplagt í kvøld. Tølini staðfesta, at heimaliðið hevði væl fleiri royndir ímóti kýpriotiska málinum, enn kýpriotar høvdu ímóti málinum hjá Føroyum.

 

Sum seinni hálvleikur leið, høvdu Ásla Johannesen, sum var við aftur eftir leikbann og var framrættað í vinstru, miðverjin Birita Ryan, Jensa Tórolvsdóttir, Eyðvør Klakstein og innskifta Rebekka Benbakoura royndir ímóiti málinum, uttan at tað eydnaðist at skora. Dagsins spælari var kýpriotiski málverjin Maria Matthaiou og miðverjin Maria Panagiotou.

 

Og tá ið tað heldur ikki í kvøld eydnaðist føroyska liðnum at umseta møguleikar til mál, so var tað avgerandi fyri úrslitið og stigini, at Kýpros eitt lítið korter undan hálvleiki skoraði. Málskjútti var Antri Violari.

 

-Vit eru vónbrotnar, tí í kvøld høvdu vit fleiri møguleikar at skora bæði eitt og fleiri mál. Vit hava vant umstillingar og álopsspæl, og tað sást aftur í avrikinum. Sjálvandi eru okkara spælarar vónbrotnar, men eg fari at siga við tær, at vit mugu halda høvdið høgt og fegnast um tað, sum eydnaðist og rokna við, at tað í hesi kappingini framvegis er møguleiki fyri at skora mál og vinna stig, sigur Signe Pries Andersen, venjari hjá føroyska liðnum í samrøðu við Heðin Arge hjá Televarpinum.

 

Tað eru tveir dystir eftir í hesi Nations League kappingini. Teir vera báðir á útivølli – 1. desember í Montenegro og 5. desember í Aserbadjan.

 

Føroyar – Kýpros 0-1 (0-1)

 

0-1: Antri Violari 33.

 

Dómarakvartett: Vivian Peeters úr Niðurlondum, Sina Diekmann, og Melissa Joos úr Týsklandi og Lizzy van der Helm úr Niðurlondum (4. dómari)

 

Føroyar: Óluva Allansdóttir Joensen – Julia Naomi Mortensen, Birita Ryan, Sara Lamhauge, Tórunn Højgaard Joensen (Fridrikka Clementsen, 62.) – Eyðvør Klakstein, Sunniva Willemoes, Malena Olsen (Rúna Jacobsen, 80.) – Jensa Tórolvsdóttir (Rebekka Benbakoura, 80.), Heidi Sevdal (Mona Rasmusdóttir, 36.), Ásla Johannesen

 

Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Valborg Østerø, Ása Stórá Carlsen, Margunn Lindholm, Tóra Mohr, Maria Vinjardsdóttir Johansen

 

Gult kort: Julia Naomi Mortensen

 

Venjari: Signe Pries Andersen