Hetta kemur ræðuliga illa við

- Eg veit ikki, hvat gekk galið.

Tað sigur Poul Michelsen, formaður í Framsókn, eftir at annar tinglimurin hjá flokkinum, Janus Rein, boðaði frá nú seinnapartin, at hann tekur seg úr flokkinum, tí samstarvið við formannin er ov vánaligt.

Men hetta hevur Poul Michelsen sjálvur ongan varhuga hevur havt av.

- Hetta kemur fullkomiliga óvart á meg. Tað kemur sum snarljós av fagurblaum himli.

Vit høvdu fund í morgun og tað var ikki fyrrenn tá, at eg visti, at Janus Rein hevði trupulleikar.

Men hann ásannar, at hetta kemur ræðuliga illa við, sum hann málber seg.

- Flokkurin er lítil og hetta var eitt dygt bakkast og tað eri eg keddur av.

- Framsókn er ein nýggjur flokkur og tað hevur verið krevjandi at fáa fótafesti og at skipa flokkin.

- Kanska hevur tað verið ov mikið fyri Janus Rein, eg veit ikki. Men tað eru so ikki størri byrðar lagdar á

hann enn á nakran annan, sigur floksformaðurin.

Hann veit ikki um hann hevur verið ov ráaríkur í flokkinum.

Hann vísir á, at hann er leiðari í eini stórari fyritøku og at hann er vanur at arbeiða við fólki.

- Men tað er ongin ivi um, at har eg eri leiðari, har leiði eg, leggur hann afturat.

- Men eg havi altíð leitt flokkin á einum hugsjónarligum grundarlag og ikki einum persónligum.

Hinvegin staðfestir Poul Michelsen hann, at eru flokslimirnir óngød við hann sum formann, hevði hann ikki lagt eitt holmstrá í vegin fyri, at nýggjur formaður varð valdur.

- Eg eri 68 ára gamalur og eg eri fullgreiður yvir, at tað verði ikki eg, sum komi at bera flokkin framyvir, so vildu tey havt nýggjan formann, hevði eg ikki lagt meg í vegin fyri tí á nakran hátt, sigur Poul Michelsen.

Hann sigur, at nú mugu tey bara taka tað hiðani frá.

- Men fyri tey gott 1900 fólkini, sum valdu eina nýggja leið í føroyskum politikki, er tað synd, at hetta skuldi enda, leggur hann afturat.