Hetta kanst tú gera longsta dag

Longsti dagur nærkast í hvørjum og her eru nøkur tiltøk, sum ein kundi sett dagin av til. 

 


Eiðiskoll longsta dag
Kom við familjuni niðan á Eiðiskoll, sum er 352 m høgt. 
Hóvast tú ikki ert í ørandi hæddum er hetta eitt gott stað at síggja sólina seta í vestri um sýni er gott. 
Við góðum ferðaleiðara, fáa vit frásagnir um radarstøðna uppi á kollinum og hvussu tað ávirkaði Eiðisbygd at verða hersett av bretum.

Tíð og stað: Mikukvøld, 21. Juni. 2017, mett til 3 tímar, miðal lætt gonga. Byrjar á Eiði kl. 22.00 (sólsetur kl 23:17 og sólarris kl 03:41)
kostnaður: 150,- kr (íroknað ferðaleiðara)
Tilmelding: á Kunningarstovunum í Eysturoy

Torleikastig: lættur til miðallættur túrur

 

Skælingsfjall longsta dag

Takið av tí frálíka møguleikanum, og komið við niðan á Skælingsfjall longsta dag, 21. juni. Skælingsfjall er 767 metrar høgt. Á tindinum hevur tú eitt sera vakurt útsýni yvir Vágalandi, Koltur, Hestoynna og fjallatindarnar norðureftir.

Um man ætlar sær upp á tindin, krevur hetta ein staðkendan ferðaleiðara. Tað er bratt at ganga, men leiðin er trygg og teir tríggir ferðaleiðararnir vegleiða væl um hvussu gingið verður.

Farið verður við bussi av Vaglinum í Havn kl. 19.00

Kl.19.30 verður byrjað at ganga av Skeiðsskarðið, og vit vænta at vera á toppinum uml. kl. 23.00

Kl. 23.34 er sólsetur og hetta hátíðarhalda vit saman við einari hugnaløtu.

Eftir midnátt verður gingið oman og vit vænta at vera niðri aftur uml. kl. 03.00

Síðan koyrir bussurin aftur til Havnar.

Kostnaður fyri luttøku er kr. 295 fyri hvønn.

Eisini ber til at bíleggja føroyskan matpakka at hava við fyri kr. 195 fyri hvønn.

Ferðaseðil fæst til keyps hjá Visit Tórshavn

 

Túrur upp á Gluggarnar longsta dag

Longsti dagur er ónsdagin 21. juni. Ætlanin er at fara niðan á hægsta fjall í Suðuroynni, Gluggarnar, hetta kvøld og vónandi síggja sólina fara í kav millum oyggjarnar norðanfyri. Sólsetur er kl. 23.20. Er sýnið gott, síggast flestu oyggjarnar og tey hægstu fjøllini fyri norðan. Túrurin verður bert, um veðurlíkindindi eru góð. Farið verður úr Rangabotni kl. 21.30. Gingið verður fyrst niðan á Galvin, sum er vestasti partur av Gluggunum. Har er vallað, gott at ganga og vakurt útsýni niður í Botn. Síðan verður gingið eystur á hægsta punkt á Gluggunum.
Sólin rísur afur kl. 03.35, og fólk, sum hava frí, hava sjálvsagt høvi til bíða eftir hesi løtu. Túrurin er ókeypis