-Eg hvakk við, tá eg skilti, at hetta kundi vera Madeleine McCann, sigur Clara Torres við spanska útvarpið.
Herfyri var hon saman við einum ferðalagi í Marokko. Ein dagin tey komu koyrandi í bussi, varnaðist Clara Torres eina ljóshærda smágentu á bakinum á einari marokkanskari kvinnu.
-Eg og drongur mín sóu gentuna. Eg tók eina mynd út ígjøgnum vindeygað á bussinum. Vit tosaðu um, at hetta kundi vera Madeleine McCann, sum var horvin í Portugal, men vit skúgvaðu tankan frá okkum og gloymdu myndina, sigur Clara Torres við spanska útvarpið.
Nú hevur honm framkallað filmin og víst sponsku løgregluni myndina. Ein talsmaður hjá løgregluni sigur, at málið verður tikið í størsta álvara.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at fólk siga seg hava sæð Madeleine McCann í Marokko. Fyrr hava tvær kvinnur úr Bretlandi og Noregi boðað frá, at tær hildu seg síggja ta horvnu gentuna í býnum Marrakesh í summar. Tær báðar kvinnurnar hava einki við hvør aðra at gera.