Hetta kann verða ein vanlukka fyri Føroyar

Tað er ein samgonga, sum kann forða fyri, at Føroyar verða skotnar langt aftur í tíðina, sigur Poul Michelsen

Um illa vil til kann úrslitið av valinum gerast vanlukka. Tað heldur Poul Michelsen, formaður í Framsókn.

Hann sigur, at bæði vinnuliga, búskaparliga og etiskt kunnu vit verða skotin aftur í fortíðina.

– Hóast vit mugu viðurkenna valúrslitið, er tað okkara skylda at ávirka soleiðis at politikkurin hjá Fólkaflokkinum og Miðflokkinum ikki vinnur frama, staðfestir formaðurin í Framsókn

Hann sigur, at Føroyar hava brúk fyri trygd og haldføri í øllum viðurskiftum í samfelagnum.

– Sum støðan er nú kann hesin politikkur best fremjast av einari samgongu ímillum Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn, leggur hann afturat.

Trýst HER og les meiri um, hvørjar tankar, Poul Michelsen ger sær eftir valið