Hetta kann mann ikki bjóða fólki

Hetta er alt annað enn gott fyri fólk

Hetta kann mann ikki bjóða fólki!

Soleiðis tekur Mildrið Jacobsen til.

 

Hon hevur verið í einum handli og keypt sær nøkur súrepli. Men heimkomin heldur hon, at tað er merkiligt, so blonk, súreplini eru og tí fær hon illgruna um, at okkurt ruggar ikki rætt.

 

- Tað sást langan veg at súreplini vóru ov blonk, sigur hon.

Hon sigur á Facebokk, at tískil fór hon at skola tey undur glóðheitum vatni. Og tá sá hon, at okkurt slag av voks loysnaði uttanav súreplunum. Hettar er alt annað enn gott fyri fólk, staðfestur hon.

Tískil er tað kanska hóskandi at minna á góðu, gomlu ráðini um at ansa eftir, hvat vit keypa, og at skola frukt og grønmeti væl, áðrenn tað verður etið.

 

Myndirnar eru av súreplunum, hon keypti, og skolaði undir krananum.