Hetta kann lata dyr í Japan upp fyri føroyingum

Jógvan Skorheim er vónríkur um nýggja vinabý hjá Klaksvík. Hann er umstríddur fyri at drepa springara, men er bara ein viðfáningur í samstarvinum

– Eg ivist ikki í, at hetta kann lata hurðar upp fyri føroyingum í Japan.

 

Tað sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík. Í næst seinastu viku skrivaði hann, og borgarstjórin í japanska býnum, Taiji, undir eina avtalu um vinabýarsamstarv.

 

Hann sigur, at hetta er eitt vinabýarsamstarv, tey í Klaksvíkar býráð ætla sær at røkja væl, og umboð úr Klaksvík fara til Japan at ferðast, kanska seinni í ár.

 

Nógv vinabýarsamtarv snýr seg mest um mentanarligt samstarv, og samstarv á skúlaøkinum. Men vinabýarsamstarvið ímillum Klaksvík og Taiji snýr seg mest um vinnuligt samstarv. Jógvan Skorheim minnir á, at Japan er ein stórur marknaður, sum føroyingar hava stóran áhugað í at sleppa inn á. Og í hesum døgum er Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanlandsmálum og vinnumálum nettupp í Japan í somu ørindum

 

Og Jógvan Skorheim heldur, at vinabýarsamstarvið ímillum Klaksvík og Taiji kann vísa seg at fáa størri týdning, enn vit, í fyrstu syftu, geva okkum far um. Japanarar hava nevniliga víst seg at vera ómetaliga áhugaðir fyri hesum samstarvinum, eisini á hægsta, politiska stigi, og sostatt kann hetta verða við til at lata dyr upp fyri føroyingum í Japan.

 

Hann sigur, at tað merkti hann týðiliga, tá ið hann var í Japan við Vinnunevndini hjá Løgtinginum, tí tá vóru tað fleiri politikarar í Japan, ið bóru upp á mál, at teir vónaðu, at vinabýarsamstarvið skuldi verða veruleiki.

 

– Tá varð talan um at gera eina vinabýaravtalu ímillum Taiji og Japan, og tað løgdu politikarar á hægsta stigið í Japan sera stóran týdning í. Teir høvdu frætt um vinabýarætlanina, og fleiri av teimum vendu sær beinleiðis til mín og tosaðu um týdningin av einum slíkum vinabýasamstarvi, sigur Jógvan Skorheim.

 

– Tað var ein rættiliga serlig støða, tí allastaðni, har vit komu, var vinabýarsamstarvið drigið fram sum nakað positivt og týdningarmikið.

 

Taiji er ein rættiliga umstríddur býur, tí tey eru tiltikin um allan heim fyri at drepa springara. Men Jógvan Skorheim sigur, at hetta er ein táttur, sum ikki hevur nakran týdning í vinabýarsamstarvinum, tí vit góðtaka rættin hjá hvørjum øðrum at gagnnýta tilfeingi í sjónum.