Hetta kann ikki takast í álvara

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, skuldu hildið seg frá landspolitikki, heldur ein bersøgin Bogi Andreasen

– Eg skilji ikki, hví Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir ikki kann gera sítt til at byggja tað upp, sum er, heldur at bróta niður.

 

Bogi Andreasen, formaður í Vinnunevndini í Tórshavnar Býráði, er rættiliga fortørnaður inn á, at Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin, nú ætlar at leggja uppskot fyri Løgtingið um at byggja eitt sjósavn í Klaksvík.

 

Hon heldur, at tað er ov galið, at ein sjóvinnutjóð sum vit, ikki hevur eitt rættiligt sjósavn og tí heldur hon, at landið skal byggja eitt »glæsiligt og arkitektoniskt« sjósavn, sum hon sigur - og tað skal vera í Klaksvík, tí har er tað einsta rætta staðið at byggja tað í ístaðin fyri bara at »hava eitt lítið akvarium« á Argjum, sum hon málber seg.

 

 

Les eisini: Vil hava akvarium í Klaksvík

 

 

Bogi Andreasen heldur, at slíkt kann ikki takast í álvara og hann heldur, at hetta er besta prógvið um, at fólk sum Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir skuldu hildið er burtur frá landspolitikki og ístaðin tikist við kommunupolitikk burtur av.

 

– Máti skal vera við lokalpolitikki, leggur hann afturat.

 

Hann vísir á, at vit hava eitt sjósavn, sum eldsálir hava bygt upp á Argjum. Og hann heldur, at tað hevði sømt seg betur fyri Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir at brúkt orkuna upp á at fjálga um tað, heldur enn at bróta tað niður.

 

– Vit hava eitt sjósavn, sum er bygt upp í smáum, so hvørt stigtakararnir hava ment sína vitan á økinum, og at bróta alt tað niður aftur nú, fyri at byggja nýtt í Klaksvík, er burtur úr vón og viti.

 

Hann vísir á, at Tórsavnar Býráð letur sjósavninum umleið eina hálva millión um árið í stuðuli og leggjast kann afturat, at landið stuðar eisini savninum við sløkum 300.000 krónum um árið.

 

– Vit hava longu eitt sjósavn í landinum, har stigtakararnir so líðandi hava ment sær eina servitan á økinum, sum eisini hevur eitt savn av útstappaðum fuglum, sigur Bogi Andreasen. Og hann heldur enn ístaðin fyri at bróta tað niður og byggja nýtt, eiga vit at semjast um at menna tað.

 

Hann vísir eisini á, at Sjósavnið hevur ætlanir um at byggja út til at vera eitt stórt sjósavn. Og í hesum sambandi hevur ein framløga, sum hann kallar ómetaliga spennandi, verið fyri býráðslimum.

 

Og hann heldur, at vit eiga øll at savnast um at menna ta ætlanina, heldur enn at bróta tað niður og byggja í Klaksvík, ella at byggja eitt savn afturat í Klaksvík, tí tað fer at gera bæði søvnini veikari, heldur Bogi Andreasen.