Tá ið vit ætla at byggja eina stórhøll í Havn, er tað nettupp fyri at vísa ábyrgd. Tað sigur Tróndur Sigurðsson, býráðslimur fyri Javnaðarflokkinum, og formaður í byggi- og býarskipanarnevndini hjá Tórshavnar býráð.
Sum vit hava skrivað fyrr í dag, eru tað býráðslimur í minnilutanum, sum eru alt annað enn fegnir um framferðina hjá býráðnum.
Les meiri um tað her: Hetta spreingir alt í luftina
Les meiri um tað her: Hetta er átaluvert og hetta er langt úti
Les meiri um tað her: Hetta er óskiljandi
Tróndur Sigurðsson vísir skuldsetingunum aftur um, at eingin kennur nakað til hesa ætlanina, tí ein líknandi ætlan varð lagt fram fyri tveimum árum síðani. Men hann staðfestir samstundis, at Tórshavnar Kommuna hevur ikki ráð at rinda alla verkætlanina og tí verður roynt at fáa onnur at rinda helvtina.
Hann vísir á, at í øðrum londum er staturin við í slíkum ætlanum og hann heitti á løgtingslimirnar í býránum um at syrgja fyri, at løgtingið, er við í hesi ætlanini. Her sipar hann til býráðslimirnar, Ruth Vang og Anniku Olsen, sum báðar eisini eru løgtingslimir.
Men hann avsannaði, at avleiðingin av hesum er, at ætlanirnar um at byggja eldraøkið og dagstovnaøkið út, mugu leggjast til viks. Hesi bæði økini liggja í fremstu røð at verða bygt út, staðfestir hann.
Annars vísir hann á, at tað er eingin binding í at samtykkja at geva tilsøgn um seta 109 milliónir av til stórhøllina. Hann leggur dent á, at hetta er nevniliga ikki annað enn ein tilsøgn, har peningurin ikki fellur til gjaldingar fyrr enn øll fíggingin er útvegað.
Hann vissar eisini minnilutan um, at hetta málið fer sjálvandi at verða viðgjørt eftir reglunum og tað merkir, at tað fer at verða lagt fyri býráðið fleiri ferðir afturat.
Tróndur Sigurðsson sigur, at hetta er tjóðarbygging og hann er vónbrotin av at ikki alt býráðið tekur undir við málinum. Vit kunnu ikki spæla okkara landsdystir í hondbólti, uttanlands. Eg vil ikki vera tann býráðslimir, sum ikki vil byggja eina høll, tá ið okkara landslið er við í undanumfari til EM, tí so skulu vit til Danmarkar at hyggja at okkara heimadystum, segði Tróndur Sigurðsson.
Tvørtur ímóti heldur hann, at ein stórhøll hevði kastað nógv av sær til samfelagið, men hann ásannar, at tað verður neyðugt at taka mál til endamálið.
Birgir Nielsen úr Fólkaflokkinum, sum atkvøddi fyri ætlanini vísir á, at Tórshavnar býráð má ikki liggja sjóvarfallið av sær og tað eru eisini onnur, sum eru í ferð við at útvega fígging til eina stórhøll á á Strondumm.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at tí hevur tað tað skund at koma ígongd. Tað hevur eisini skund, tí hetta er akkurát tíðin, tá ið fyritøkur leggja sínar fíggjarætlanin og vónin er, at stórhøllin í Havn sleppur upp í part.
– Men vit kunnu ikki biðja onnur um pengar uttan at vit sjálvi hava givið tilsøgn um at rinda okkara part, sigur borgarstjórin, tí tað er treytin fyri at fáa onnur við. Hann vísir eisin á, at ein líknandi høll er í Noregi har tey eru sera væl nøgd við hana.
Borgarstjórin sigur, at hetta verður ein »Føroya Arena«, og tað verður bara ein høll av hesum slagnum í landinum so býráðið fer at senda fara at senda Løgtinginum eina umsókn um at vera við.
Tey, sum atkvøddur fyri ætlanini vóru Heðin Mortensen, Annfinn Brekkstein, Tróndur Sigurðsson, Kristianna Winther Poulsen, Kári Johansen, Súna Mørk, Bjørg Dam úr meirilutanum, Jón Kragesteen, sum hevði sætið í býráðnum fyri Tjóðvelgi, og Birgir Nielsen úr Fólkaflokkinum.
Hinir fýra býráðslimirnir atkvøddu blankt, og tey eru Elsa Berg, Gunvør Balle, Annika Olsen og Ruth Vang.











