Nýggja ferjan, sum Strandferðslan fær um hálvan annan mánað, fer at gera støðuna hjá suðuroyingum nógv tryggari. Tað sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni.
Fyrst í oktober fær Strandferðsluna eina nýggja ferju sum fyrst og fremst er ætlað at vera avloysaraskip fyri tær smærru ferjurnar, tá ið tær eru í dokk, ella verða tiknar úr sigling av øðrum orsøkum. Ferjan kann eisini brúkast til sigling ymsastaðni, tá ið brúk annars er fyri tí.
Men tað eru fleiri ár síðani at Strandferðslan gjørdi vart við, at tey høvdu ein serligan ampa av støðuni, suðuroyingar eru í.
https://www.in.fo/news-detail/news/hetta-verdur-eitt-risa-framstig-fyri-okkum/Les eisini: Hetta verður eitt risa framstig fyri okkum
– Nýggja ferjan kann brúkast at loysa tær smærru ferjurnar av, men verður neyðugt at taka Smyril úr rakstri, liggur Suðuroyggin púra lamin, tí so er einki skip at seta í sigling, sigur Hilmar Eliasen.
Eina ferð varð møguleikin umrøddur at útvega eitt avloysaraskip fyri Smyril, sum eisini kundi sigla upp á Skotland. Men tað fekk ikki politiska undirtøku og Hilmar Eliasen ásannar, at tann ætlanin verður av ongum.
– Men nú vit fáa eina nýggja, skjóttgangandi ferju, verður tað eisini ein munandi trygd hjá suðuroyingum, sigur Hilmar Eliasen. Talan er um eina ferju, sum siglur 20 míl og sum tekur 96 ferðafólk og einar tríggjar bilar.
– Skuldi tað hent seg, at Smyril má takast úr sigling, fáa vit nú í hvussu so møguleikan at flyta ferðafólk ímillum Suðuroynna og meginlandið, í hvussu so er ímillum Hvalba og Sand.
Hendan ferjan kann sjálvandi ikki koma ístaðin fyri Smyril, men í eini neyðstøðu kann hon verða hent, og í góðum veðri, kunnu vit eisini føra ein sjúkrabil um Suðuroyarfjørð, leggur hann afturat. Sostatt kann hetta verða ein hent tilbúgving til suðuroyingar. Men farm fær hetta skipið kortini ikki føra, so ein onnur loysn fá fáast á tí málinum.
Smyril er longu 15 ár og Hilmar Eliasen sigur, at altjóða hagtøl vísa, at tað er ein heilt greiður samanhangur ímillum hvussu gamalt eitt skip er og hvussu ofta tað er neyðugt at taka tað úr sigling til ymsar umvælingar og ábøtur.
– Tí skal tað vera undarligt, koma vit ikki í somu støðu við Smyrli, hann hann fer at fáa ellisbrekt av ymsum slagi, sigur Hilmar Eliasen.
Hann heldur tvørtur ímóti, at vandin er kanska serliga stórur fyri, at Smyril má takast úr sigling, tí hann verður serstakliga hart troyttur.
– So skulu vit hugsa um vágastýringina, er tað ein ovurstórur lætti, at vit nú fáa nýggju ferjuna, leggur hann afturat.
Tá ið Smyril fer í dokk næstu ferð, hevur hann bara verið í dokk í 40 dagar hesi seinastu sjey árini. Annars hevur hann siglt hvønn einasta dag. Tað er óvist nær tað verður at hann fer í dokk afrur, men tað hevur verið sagt, at tað skal vera eina ferð næsta ár.
– Men næsta summar hevur hann siglt hvønn einasta dag í samfull tvey ár. Tá ið eitt skip siglur so nógv ber ikki til at gera tær stóru umvælingarnar, tí til tað er neyðugt at skipið liggur í nakrar dagar, sigur Hilmar Eliasen.