Hetta kann eingin liva við

Prísurin at sigla við Strandferðsluni er við at fara heilt av sporinum og tí má Løgtingið leggja uppí, heldur sambandsflokkurin, sum nú leggur uppskot fyri tingið

Samferðsla

Hetta kann ongin liva við.
Johan Dahl í Sambandsflokkinum heldur, at nú ætlanin er at hækka prísirnar at sigla við Strandferðsluni, er príslegan við at fara heilt av sporinum.
Tí heldur hann at tað er av størsta týdningi, at vit fáa eina politiska viðgerð av prísurnum hjá Strandferðsluni og av, hvørja tænastu, Strandferðslan skal veita.
Sambandsflokkurin fer tí ein av allarfyrstu døgunum at leggja uppskot fyri tingið um at prísirnar hjá Strandferðsluni. Uppskotið er á veg í Løgtingið og verður lagt fram fyrstra dagin.
Annars er ætlanin hjá Strandferðsluni at hækka prísirnar upp í 20 % í summum førum, eitt nú á siglingini ímillum Suðuroynna og Havnina.
Johan Dahl, sum er tingmaður fyri Suðuroynna og sostatt útjaðaratingmaður sjálvur, sigur, at príshækkingarnar hjá Strandferðsluni raka útjaðaran so meint, at tað kann ongin liva við, í hvussu so er ikki suðuroyingar. Hinvegin koma tey, sum búgva í miðstaðarøkinum lítið og onki at merkja.

Fleiri hundrað krónur
Skal eitt húski úr Suðuroy til Havnar og suður aftur við bili kostar ferðin 590 krónur, tá ið annað barnið betalir hálvan ferðaseðil og hitt er eldri enn 14 ár og betalir fullan prís.
Hækkar prísurin 20% skulu tey hereftir gjalda kr. 708 krónur fyri at koma aftur og fram.
? Á øðrum sjóvegis leiðum hjá Strandferðsluni hevði prísurin hjá sama húski verið 310 krónur sum er, og 372 krónur, um prísirnir hækka 20 %.
Prísmunurin millum Suðuroyarleiðina og aðrar leiðir er sostatt 280 krónur, sum prísirnir er nú, men hækka prísirnir 20%, verður munurin heilar 336 krónur.
Til samanberingar kann nevnast, at fimm fólk í bili kunnu koyra aftur og fram ígjøgnum undirsjóvartunnilin fyri 112 krónur tilsamans, hava tey kubba við hægsta avslátri.
Johan Dahl leggur afturat, at Kloosterboer í Kollafirði kann senda fisk heilt til Kina fyri 1,04 krónur fyri kilo, men at tað kostar 33 oyru at senda hann úr Havnini til Suðuroyar.
Samstundis er tað beinleiðis inntøka hjá eysturoyingum at koyra til Havnar við Bygdaleiðum til arbeiðis, tí frádrátturin í skattinum er størri enn tað, sum ferðaseðilin kostar.
?Sostatt er skjótt at semjast um, at als ongin samanhangur er í príspolitikkinum og tí er tað alneyðugt at fáa eina politiska viðgerð av prísleguni hjá Stranaferðsluni, sigur hann.

Somu prísir
Sambandsflokkurin heldur avgjørt, at prísirnir hjá Strandferðsluni er eitt politiskt mál, tí tað hevur so stóra ávirkan á alt samfelagið.
Endamálið við uppskotinum, sum flokkurin nú fer at leggja fram, er í fyrra lagi at forða fyri, at ferðaseðlaprísirnir hjá Strandfaraskipum Landsins hækka.
Í øðrum lagi er endamálið at javnseta prísin á øllum sjóvegis farleiðum í landinum. Tað vil siga, at ferðaseðlarnir á øllum leiðum skulu kosta tað sama.
Hetta royndi flokkurin eisini í 2000, men tá varð uppskotið felt.
Grundgevingin við at fella uppskotið var, at spurningurin um ferðaseðlaprísir hjá Strandferðsluni átti at verðið tikin upp til politiska viðgerð og kannaður nærri.
Hetta kundi gerast í sambandi við, at Strandferðslan júst um tað mundi eisini var í ferð við at endurskoða prísbygnaðin.
? Men nú trý ár eru gingin, mugu vit staðfesta, at politiskt er einki hent í málinum . Og á Strandferðsluni verður sagt at tey heldur ikki eru komin longri. Somuleiðis siga tey á Strandfaraskipum Landsins, at tey ikki vita nær nakað hendir, sigur sambandsflokkurin.
Flokkurin veit ikki, hvussu nógv hetta uppskotið fer at kosta landskassanum, verður tað samtykt, tí sambært Strandfaraskipum Landsins, finnast eingi greið tøl sum vísa, hvussu nógv ferðafólk bilar og farmur eru á teimum einstøku leiðunum.
Harafturat kann roknast við einum ferðslulopi, tá ið prísirnir á ávísum leiðum lækka, og eisini vegna bøtta tænastu á Suðuroyarleiðini.
?Vit vita heldur ikki, hvørjar avleiðingar tað fær, verða prísirnir hækkaðir, soleiðis sum ætlanin er.
? Men vit vita í hvussu so er av royndum, at tað er ikki altíð, at teir hægstu prísirnir geva størstu inntøkuna.
Hugskotið um at javna prísirnar hjá Strandferðsluni samsvarar annars væl við áskoðanina, sum Hergeir Nielsen, einasti samgongutingmaður úr Suðuroynni, førdi fram í Sosialinum leygardagin,