Hetta kann bara enda galið

Spurningurin er, um politikararnir vita, hvat teir eru í ferð við at gera. Tað spyr Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum, á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum.

Hann sipar til, at nú eru boð komin úr Mentamálaráðnum um, at næsta skúlaár verður fólkaskúlin aftur fyri stórum sparingum.

Næsta skúlaár verða 300 undirvísingartímar um vikuna tiknir frá fólkaskúlanum, og miðfirraðu tímarnir minka úr 15 niður í 13 prosent.

- Hetta eru sera stórar sparingar, tá ið hugsað verður um, at 1000 tímar um vikuna vórðu tiknir frá fólkaskúlanum fyri einum ári síðan og hetta kann bara enda galið.

Skulu framhaldsdeildirnar bjóðað næmingunum týskt og alis- og evnafrøði, sum er kravt fyri a sleppa inn á miðnámsskúla, eru longu ov nógvir tímar brúktir og nú eru tey komin har til, at tað ikki longur ber til at halda fólkaskúlalógina.

Hann heldur, at skúlaleiðslur kunnu leggja flokkar saman fyri at spara tímar, men flokkar við 40 til 60 næmingum er eingin varandi loysn, staðfestir hann.

Hann sigur, at hetta skúlaárið hava fleiri skúlar lagt flokkar saman, men tað er við ringum tannabiti tí hetta hevur einki við undirvísing at gera.

- Onkur skúli hevur fækkað tímatalið í yngru flokkunum, við tí fyri eyga at geva flokkinum tímarnar aftur seinni. Men kemur ikki vend í, verður hetta skjótt ein skuldarfella.

- Stórur vandi er tí fyri, at nógvir flokkar ikki fáa tímatalið, sum teir sambært lóg eiga at fáa.

Tað er eingin ivi í, at heldur henda gongd fram, fer tað at oyðileggja skúlan, sigur Herálvur Jacobsen við heimasíðuna hjá Skúlablaðnum.