Hetta kann á ongan hátt góðtakast

Tað er rætt og rímiligt at ávara ímóti skipum úr Suðuroy

Hetta kann á ongan hátt góðtakast.

Tað halda tey fimm fakfeløgini, sum manna Fakfelagssamstarvið. Tey fimm feløgini eru Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag og Starvsmannafelagið)

 

Tey lýsa nú teimum trimum manningarfeløgunum, Fiskimannafelagnum, Skipara- og Navigatørfelagnum, og Maskinmeistarafelagnum, sín stuðul. Í gjár tóku tey trý manningarfelagið ta heilt óvanliga stigið at ávara sjómenn ímóti at hava nakað við tveir reiðarar í Suðuroy at gera.

 

 

Les eisiin: Ávara sjómenn ímóti at fara við ávísum skipum

 

 

At skip sum Aleksander Nordenskjold Vilhelm í Vági, og Finnbjørn Poulsen í Lopra, reiða út, áhaldandi og miðvíst bróta sáttmálar og gjørdar avtalur, kann á ongan hátt góðtakast, siga feløgini í Fakfelagssamstarvinum.



Tey trý manningarfeløgini hava víst á, at tað er ein afturvendandi trupulleiki, at skip, sum hesir báðir reiða út, skylda manningini hýru, umframt at tey ikki hava goldið inn frítíðarløn, limagjøld og samlagstrygging.

 

- Hóast manningarfeløgini á friðaligan hátt hava roynt at fingið reiðararnar at halda sáttmálar og gjørdar avtalur, hevur støðan bara staðið við og er versnað.

 

- Tískil meta vit í Fakfelagssamstarvinum, at tað er rætt og rímiligt, at ávara sjómenn ímóti at mynstra við fiskiskipunum Asbjørn Senior, Grunnabarð, Tórum K., Pumin K., Lopranshólmur og Beinisvørð, sigur Fakfelagssamstarvið.

 

Tey vóna, at viðurskiftini koma í rættlag sum skjótast.

 

- Tað er skeivt, tilvitað, at bróta avtalur, sum eru gjørdar, serliga tá tað hevur við sær, at fólk, sum longu hava gjørt eitt arbeiði, missa ágóðan, ið tey hava rætt til.

 

- Harumframt er tað óheppið, at reiðarí á slíkan hátt fáa ein kappingarfyrimun afturímóti teimum feløgum, sum virða sáttmálan og geva manningini tað, ið hon hevur rætt til, sigur Fakfelagssamstarvið.