Hetta hevur verið ein strævin nátt hjá løgregluni

Tað hevur verið nógv fólk í býnum oí nátt, og tað hevur eisini verið rættiliga nógv hjá løgregluni at gera. Løgreglan leggur afturat, rúsdrekka hevur mest sum verið ein felagsnevndari fyri tað, tey hava havt at gera í nátt.

 

Ein maður liggur í kjallaranum á løgreglustøðini og svevur rúsin av sær, og tá ið hann vaknar aftur, og verður sleptur út aftur, verður tað við eini bót upp á 800 krónur í lummanum. Hann er nevniliga skuldsettur fyri at vilja berjast við duravørarnar á einum skeinkistaði í Havn. Hann var ikki grannhavandi, men duravørarnir fingu hildið honum til løgreglan kom á staðið. Tað eydnaðist heldur ikki løgreglufólkunum at sissa hann, so hann mátti við á støðina at sova rúsin av sær.

 

Ein annar maður er skuldsettur fyri at hava hótt við at gera av við ein annan  inni á einum skeinkistaði. Hóttanin var munnlig, men hann frættir so aftur frá løgregluni.

 

Harafturat kannar løgreglan eitt mál um harðskap, har ein maður endaði í asfaltinum og fekk nakrar snuddir í høvdið. Løgreglan hevur ikki serliga nógvar upplýsingar um málið enn, so enn vita tey ikki, hvat er hent. Fleiri vitni eru avhoyrd, men enn veit løgreglan ikki, hvør gerningsmaðurin er, so tað verður arbeitt víðari við tí.

 

Somuleiðis er ein maður skuldsettur fyri herverk fyri at hava sparkað eina bilhurð, so tað fær hann eisini eina rokningfyri.

 

Harafturat hevur løgreglan í fleiri førum hjálpt fólki, sum hava verið so drukkin, at tey hava ligið úti, so tey vórðu hjálpt á føtur aftur, ella løgreglan hevur fingið tey til húsar, har tað var mett, at tey ikki kláraðu seg sjálvi.