Hetta hevur einki við hvørt annað at gera
Vit fara at krevja hægri løn, tí vit hava einki fingið í nógv ár, sigur formaðurin á Starvsmannafelagnum
At fáa ein skattalætta, kann verða ein stokkutur hiti.
Tað sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum.
Í gjár mælti Kristina Háfoss, fakfeløgunum til at vísa hógv og ikki at krevja ov stórar lønarhækkingar, tá ið samráðingar um nýggjan sáttmála í heyst.
Les eisini: Vil hava fakfeløg at tálma lønarkrøvini
Men í dag sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum við heimasíðuna hjá felagnum, a t
– Tá ið vit samráðast, samráðast vit um løn, tí skattin hava vit einki við at gera, sigur hann.
Hann sigur, at skattapolitikkur og lønarsamráðingar hava púra einki við hvørt annað at gera, tí tað er løgtingið sum avgerð skattapolitikkin.
Hann staðfestir samstundis, at Starvsmannafelagið fer at krevja eina lønargækking, tí hann heldur, at tey hava krav uppá at fáa ein part í búskaparligu framgongdini.
Okkara limir hava als einki fingið. Vit hava víst hógv í fleiri ár og tí halda vit, at nú er løtan komin til, at eisini okkara limir fáa part í búskaparvøkstrinum, sigur Súni Selfoss.
– Skulu vit einki fáa, tá ið tað gongur væl, nær skulu vit so fáa, spyr formaðurin í Starvsmannafelagnum.
Tað er skeivt at áleggja serligar samfelagsskyldur á limirnar í Starvsmannafelagnum, heldur Súni Selfoss.
– Vit eru altíð hóvlig, tá vit samráðast, men tað sigur seg sjálvt, at tá ið nøkur fáa ein øgiliga stóran ágóða, halda vit eisini, at okkara limir hava rætt til at merkja somu framgongd, sigur Súni Selfoss við heimasíðuna hjá Starvsmannafelagnum.