Hetta hevur aldrin verið at sæð í Føroyum

Tað bæði alvorligt og stuttligt

Hetta vikuskiftið verður søga skrivað í Norðurlandahúsinum, tí fyri fyrstu ferð  verður kynssnaring sett á skrá í Føroyum.

 

Og tað verður bæði alvorligt og stuttligt, siga tey í Norðurlandahúsinum.

 

Fríggjadagin verður evnið viðgjørt fakliga, men leygarkvøldið verður tað helst nógv stuttligari og litfagrari.

 

Fríggjadagin verður lagt fyri klokkan 17, og tá fer Eiler Fagraklett, nevndarlimur í LGBT Føroyum, at tosa um kynssnaring í søgu og samtíð og í́slendska Ugla S. K. Jónsdóttir, fer at tosa um sínar royndir við at skifta kyn í Íslandi.

 

Sum nakað heilt nýtt á skránni verður ein spildurnýggjur føroyskur stuttfilmur vístur. Tað er filmurin, tvørkyndi Leo Lávík, sum hevur gjørt sjálvbiografiska filmin “Birting” um at skifta kyn og um kynsligan samleika.

 

Tað verður eisini pallborð, sum Katrin Kallsberg, yvirlækni, leggur til rættis, og við borðið sita Sofia M. J. Høgnesen og Leo Lávík úr Føroyum og Ugla S. K. Jónsdóttir úr Íslandi. Øll trý eru tvørkynd, men eru á ymsum stigum á leiðini til at skifta kyn – og hon er ofta long.

 

Tey fara eisini at vísa nýggja dokumentarfilmin “Nuka – Eskimo Diva” .

 

- Filmurin er um grønlendska Nuka Bisgaard, sum berjist fyri at vera tann, sum hon/hann er - ein tvørkyndur yvirklassa grønlendingur, ið ikki dugur móðurmálið. Nuka brýtur upp úr nýggjum, men summir grønlendingar halda, at hann er rættiliga provokerandi.

 

Øll tiltøkini fríggjadagin eru ókeypis, og tað er ikki neyðugt at leggja pláss av.

 

Leygardagin er stórt, Norðuratlantiskt dragshow í Norðurlandahúsinum, har ikki færri enn níggju dragdrotningar fara at undirhalda við flottum búnum, tónleiki, dansi og drama.

 

Úr Grønlandi er tað Nuka, úr Íslandi er tað Iwona Kok, og Føroyska umboðið er Dennis Agerblad, sum er heima við sínum danska bólki.