Hetta hevði eg ikki viljað havt sitandi á mær

Ferðaseðlaprísirnir við Ternuni og Smyrli hækka fyri at skera út í papp, hvussu órímilig Tórshavnar Kommuna er

Hetta er púra órímiligt og nú vilja vit bara vísa fyri fólki, hvagar pengarnir fara. Tað sigur Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum.

Fyri at fáa játtanina hjá Strandferðsluni at halda, fer Strandferðslan nú at hækka prísin á ferðaseðlum við Smyrli fimm krónur, og prísurin við Ternuni fer at hækka tíggju krónur.

Hendan hækkingin er ikki tikin úr leysum lofti, tí hetta er akkurat tað, Strandferðslan rindar Tórshavnar Kommunu fyri at brúka ferjulegurnar í kommununi.

Strandferðslan rindar nevniliga Tórshavnar Kommunu fimm krónur fyri hvørt ferðafólk, sum ferðast við Smyrli og 10 krónur fyri hvørt ferðafólk, sum ferðast við Ternuni, ella fimm krónur fyri at ferðast úr Havn til Nólsoyar og so aftur fimm krónur fyri at ferðast úr Nólsoy til Havnar.

Heðin Mortensen heldur, at tað er púra burturvið at Strandferðslan skal rinda Tórshavnar Kommunu 10 krónur í avgjaldi fyri ferðafólk, sum ferðast ímillum tvær havnir í Tórshavnar Kommunu.

– Eg má siga, at eg vildi ikki havt hetta sitandi á mær, sigur hann.

Hann nevnir sum dømi, at fer ein barnagarður við 20 børnum og tveimum pedagogum úr Havn til Nólsoyar, eru tað bara pedagogarnir, sum rinda ferðaseðil, men Strandferðslan skal rinda Tórshavnar Kommunu 220 krónur í avgjaldi.

Heðin Mortensen heldur, at hetta er ein púra órímilig avtala, men nú verður ferðaseðilin við Ternuni so hækkaður tíggju krónur fyri at vísa fólki, hvagar pengarnir fara og at skera støðuna út í papp.

Landsstýrismaðurin sigur, at hetta er ein avtala, sum skal endurskoðast, tí hetta gjaldið má strikast. Tí fer hann at taka upp samband við Tórshavnar Kommunu um at broyta hesa avtaluna.

 

Les eisini: Siga kortanei til at hækka prísin við Strandferðsluni

 

Hann sigur, at Strandferðslan er sinnað at rinda havnagjald, men vil Tórshavnar Kommuna hava fleiri pengar burtur úr ferðafólki, sum ferðast ímillum tvey pláss í kommununi, má kommunan gera tað sjálv.

Heðin Mortensen ásannar, at hendan avtalan ímillum Strandferðsluna og Tórshavnar Havn, varð gjørd ímeðan hann var borgarstjóri í Havn, men tað er ikki fyrr enn nú, at tað er gjørt vart við, at hetta er ein trupulleiki, og tí er einki gjørt við hetta áður.

Vit hava meiri seinni