Fólkatingsvalið
Sambandsflokkurin í Suðuroy hevur fingið ein nýggjan profil.
Líka til týskvøldið, var Johan Dahl í Porkeri eitt púra óskrivað blað í føroyskum politikki.
Men eftir fólkatingsvalið, er tað púra greitt, at nú stendur tað til hann sjálvan at gera av, um hann eisini skal stilla upp til løgtingstingsvalið, sum verður longu í vár. Og tað er somuleiðis púra greitt, at stillar hann upp, er tað alt sum bendir á, at hann eisini verður løgtingsmaður tað næsta valskeiðið.
Tá ið atkvøðurnar vórðu taldar upp, lógu ikki færri enn 169 atkvøður í tí persónligu rúgvuni hjá Johan Dahl.
Tað ger hann til nummar fimm hjá sambandsflokkinum í øllum landinum. Bara Lisbeth Petersen, Alfred Olsen, Edmund Joensen og Marjus Dam, fingu fleiri atkvøður enn hann.
Tað gevur honum eisini hálva triðju ferðir so nógvar atkvøður borgarstjórin á Tvøroyri, Finnleif Guttesen, sum hevur verið uppstillaður fleiri ferðir, fekk. Og tað gevur honum næstan sjey ferðir so nógvar atkvøður, sum Jákup Joensen í Lopra, sum sat á tingi fyri sambandsflokkin frá 1994- 1998, og sum annars eisini hevur verið uppstillaður nakrar ferðir, fekk
? Tað er heilt vist, at hetta er nógv meiri, enn eg hevði væntað. Eg havi ongantíð verið uppi í politikki áður og eg havi ongantíð havt við politikk at gera. Tí eri eg ómetaliga væl nøgdur við at fáa eitt so gott úrslit.
Men yvirhøvur fekk eisini sambandsflokkurin nógv meiri, enn hann hevði væntað.
Hann sigur, at sambandsflokkurin gekk fram allastaðni og eisini í Suðuroy, fekk hann hesuferð 300 atkvøður fleiri enn seinast.
? Sambandsflokkurin er nú størsti flokkur í landinum. Var løgtingsval nú, hevði hann kunna skipa samgongu saman við javnaðarflokkinum einsamøllum.
Johan Dahl sigur, at nú hevur fólkið talað.
Tað, sum fólkið ikki slapp at siga í mei, tá ið fólkaatkvøðan varð avlýst, hevur fólkið sagt nú, nevniliga kortanei til fullveldisætlanina.
Johan Dahl heldur, at sambandsflokkurin hevur fingið nógvar atkvøður frá fólkaflokkinum, sum hava verið misnøgdir við støðuloysi hjá fólkaflokkinum í fullveldismálinum, har vongurin hjá Óla Breckmann hevur hálað ein veg ímóti fullveldisgongdini og vongurin hjá Anfinni Kallsberg hevur hála øvugtan veg, ímóti fullveldi, sum hann málber seg.
Ikki ætlanin
Johan Dahl sigur, at hann hevur ongantíð ætlað at stilla upp til væl. Men tá ið heitt varð á hann um at stilla upp til fólkatingsvalið, játtaði hann.
At hann stillaði upp fyri sambandsflokkin, tá ið tað endiliga skuldi vera, tað var ikki óvæntað, tí hann sigur, at hann hevur verið sambandsmaður allar sínar dagar.
? Tá ið eg játtaði at stilla upp, var tað av fleiri orsøkum. Eg vildi fegin sleppa sambandsflokkinum undan teirri misvísandi mytuni, at tað er einki uttan ein flokkur, av gomlum, konservativum monnum. Fólkaflokkurin skal heldur ikki hava patent upp á vinnulívið, tí sambandsflokkurin er ein frælslyntur og modernaður flokkur, sum hevur ein politikk, sum avgjørt gagnar vinnulívinum og sostatt samfelagnum sum heild.
Men hann heldur eisini, at tað hevur ómetaligan týdning at øll gera tað, tey kunnu at vísa á, hvussu vandamikil fullveldisgongdin er.
? Tað hevur alstóran týdning at vit varðveita ríkisfelagsskapin, tí hann gevur okkum nógvar fyrimunir, bæði sosialar, útbúgvingarligar, men eisini vinnuliga eru møguleikar í ríkisfelagsskapinum, sum vit brúka ov lítið, eitt nú vinnuframaskipanir og alternativir íløgu- og fíggingarmøguleikar, umframt at so fáa vit vit brúkt eina uttanríkistænastu, sum vit annars ikki hava atgongd til.
Roknar við tí
Johan Dahl sigur, at eftir fólkatingsvalið, er ongin ivi um, at hann fer allarhelst at taka av, verður heitt á hann um at stilla upp til løgtingsvalið eisini.
?Hetta er ikki ein spurningur eg havi hugsað um áðrenn, men eftir góða úrslitið týsdagin, hevði eg helst tikið av.
Men fái eg eina áheitan, fari eg sjálvsagt at ráðføra meg við húski og næstringarnir, tí tann avgerðin er so stór, at hana kann eg ikki taka einsamallur.
Johan Dahl er eisini vinnulívsmaður við nógvum virksemi í Vági og skal hann stilla upp til løgtingsval, verður tað eisini ein spurningur um raðfesting.
?Eg royni at gera mítt besta hvønn dag í tí virksemi, vit hava í Vági. Og endi eg uppi í politikki, vil eg eisini fegin gera mítt besta har. Spurningurin er so, hvussu tað kann sameinast og tað ber hvørki til at ríða á tveimum hestum ella at tæna fleiri harrum, sigur Johan Dahl.
? Annars vil eg fegin takka teimum, sum stuðlaðu sambandsflokkin og meg persónliga á fólkatingsvalinum, Vónandi verða teir misnøgdu fólkafloksveljararnir, sum hesuferð vístu okkum álit, verandi í sambandsflokkinum, sigur Johan Dahl.