Hetta hendi í gjár

Her er eitt yvirlit yvir nakrar av greinunum, sum vóru á in.fo í gjár.

Las tú hesar greinarnar í gjár?

 

Ein 17 ára gamal drongur varð dømdur fyri at hava gjørt seg inn á systur sína.

 

Atlantsflog sýtti at taka ein varðhaldsfongslaðan mann við, sum skuldi niður at sita, tí hann ikki kundi sita í Mjørkadali. Hann er ákærdur fyri harðskap, grovan harðskap og harðskap móti tænastumanni.

 

Eitt mistak í viðgerðini av donsku fíggjarlógini ger, at blokkurin ongantíð varð frystur, sum Føroya Landsstýri annars bað um. Kristina Háfoss, fíggarmálaráðfrú, sigur, at mistakið verður rættað.

 

SMS-skipanin hjá Strandferðsluni verður nú ókeypis. Brúkarar klagaðu um, at teir máttu rinda fyri tænastuna.

 

Í sundalagnum er satt babyboom. Í 2015 vóru 42 fødd børn í Sunda og Eiðis kommunu, í mun til 19 í 2014.

 

HB roynir enn at styrkja um hópin og seinni í vikuni kemur ein nýggjur spælari at royndarvenja við felagnum.

 

Ein fyrrverandi HB’ari, Bárður Olsen, hevur skrivað undir sáttmála fyri komandi kappingarár.

 

Og vandi er fyri, at verandi evropameistararnir ikki sleppa at luttaka í EM í fótbólti í Frankaríki í summar