Hetta hava verið eini strævin jól

Nú er ein skái, men vit eru klárir aftur í nátt, verður brúk fyri tí

Hetta eru tey strævnastu jólini, eg havi vitað.

 

Tað sigur Claus Olsen, formaður í Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag í Hvalba.

 

Hann sigur, at hesi jólini hava boð verið eftir bjargingarfelagnum øgiliga oftani í sambandi við skaðar.

 

Hann sigur, at hóast skaðarnir eru nógvir í tali, er yvirhøvur talan um smærri skaðar, húsatekjur og húsaklædningar, sum ríva, hjallar, okkurt vindeyga er sogið út, umframt annað av slíkum slagi, sum er farið. Onkrir skaðar hava eisini verið í barnagarðinum, tey eru í ferð við at byggja. Onkur smærri skaði hevur eisini verið í skúlanum.

 

Ein bilur varð tikin av eini hvirlu, men hann fór 360 stig runt og endaði aftur á hjólunum, men varð bjargaður beint áðrenn hann endaði í Hamarsá.

 

Hann sigur, at serliga í dag, hevur tað verið ómetaliga harðar hvirlur og í gjár vóru teir einir 25 mans og hjálptu til at bjarga og í dag hava teir verið einir 12 mans.

 

Hesa seinastu løtuna hevur tað verið friður, tí hann hevur makað vindin nakað.

 

Men veðurtíðindini siga, at hann brestur á aftur í nátt og Claus Olsen sigur, at verður brúk fyri teimum aftur í nátt, eru tey klárir. 

 

Hann sigur, at hann hevur ikki vita slík jól, har tað er ódn dag um dag. Hann visti eisini, at tað fór at verða nógvur vindur, men hann hevði kortini ikki vænta so harðar hvirlur, sum tað hava verið í dag. Tí væntar hann eisini, at tað fer at vera rættiliga strangt í nátt.

 

Annars heldur Claus Olsen, at fólk ansa ógvuliga væl eftir at tey ikki hava nakað liggjandi, sum kann fara á flog og sum kann elva til skaða, og tað hjálpir ómetaliga væl.

 

– Liggur onki og rekist, avmarkar tað skaðarnar beinanvegin, leggur hann afturat.

 

Hann sigur, at fáa fólk brúk fyri hjálp, skulu tey ringja á alarmsentralin á 112, tí so fáa bjargingarfólkini boð haðani.