Fult umfar var í Betri-deildini í gjár. Av tí at talan var um miðviku umfar, kemur Sosialurin ikki út sum vanligt eftir umfarið, og í tí sambandi hava vit valt bæði at leggja vikuliðið og sms’ini frá fjepparunum út á in.fo hesa ferð.
Fjeppara sms’ini frá umfar 5.
Bjørg Olsen Skála:
Ikki gott í dag. Vit mugu bara sóla okkum, tá ið sólin skínur, og vónandi verður tað aftur sunnudagin. Uppá hestin aftur dreingir. Go Skála.
Rógvi Dam EB/Streymur:
Vit fingu nógv undirhald fyri pengarnar, spell at vit ikki skora í yvirtíðini. Javnleikur er góðtikið. Saman standa vit sterk.
Jan Bolstad Anthoniussen NSÍ:
Ikki gott nokk í dag. Tað er altíð nakað, at vit klára at koma afturí aftur. Tað er fyri neyðini at tað bara eru tríggir dagar til næsta dyst!
Tá mugu aðrir bollar í suppuna!
Góðir!
Janus Kjærbo TB/FCS/Royn:
Orð kunnu ikki lýsa skuffilsi av at tapa í evstu løtu. Tó kann alt tað harða arbeiði í dag brúkast aftur sunnudagin. Men so má man eisini byrja at skjóta mál í opnum spæli.
SUÐRINGAR!
Fróði Ólason Olsen AB:
Smáir frensar móti stórum vikingum, vit høvdu uppiborið betur. Keep on with the good work, úrslitini skulu nokk koma.
John Reid Nybo Víkingur:
Ikki var tað pent men hattar gav so 3 stig. Nú er annars tíð uppá at áleypararnir hjá okkum stempla inn! Drívi á dreingir!
WLYV
Lissi Mouritsen B36:
KLASSI !!!!!!! Heilt forbanka flott..... Og heilt óluksáliga deiligt !
Kristian Joensen KÍ:
Ein deilig ávaring til okkara leikarar. Super flott komið aftur, sjálvt um vit liggja Nr 1, so fáa vit einki fyri givið. Flott arbeitt dreingir. Vit vinna, tí vit vilja vinna!! halgatry eg eri glaður. Koyr á KÍ
Regin Davidsen 07 Vestur:
Einki fjepp komið inn
HB:
Manglar fjeppari