Hetta ger tað nógv lættari at taka avgerð

Nú bíðar Jenis av Rana eftir, hvat Tórshavnar Býráð, sigur

– Eg eri væl nøgdur, tí hetta ger tað so nógv lættari at taka eina avgerð. Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, í tíðindunum á FM1.

Í gjár varð avdúkað, at arkitektarnir, sum hava arbeitt við at finna útav, hvar tjóðleikhúsið, ætlanin er at byggja, eru samdir um, hvar tað skal vera, nevniliga á Bursatanga á Eystarubryggju.

Tað er landsstýrismaðurin væl nøgdur við, tí tá ið semja er um staðsetingina, verður tað nógv lættari at taka eina avgerð, bæði hjá honum sjálvum, og ikki minst, hjá býráðnum, sum hevur ræðið á økinum.

Annars hevur býráðið samtykt, at tjóðleikhúsið skal vera á Skálatrøð, men tann ætlanin fekk harða mótstøðu, serliga tí at einasta, stóra parkeringspláss í Havnini, er nettupp á Skálatrøð.

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Jenis av Rana siga sína hugsan, og hvat næsta stigið nú verður.