Hetta fer valstríðið til næsta løgtingsval at snúgva seg mest um

Hetta er ein spurningur, sum verður ringur at koma uttan um, heldur Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum

Tá ið løgtingsval verður aftur, fer tað at vera fíggjarligt sjálvbjargni, sum verður eitt av høvuðsmálunum í valstríðnum. Tað er Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjrmálum, fullvís í.

 

Annars hevur hendan samgongan sett eina nýggja fiskivinnuskipan í verk, og andstøðan í Løgtinginum hevur longu kunngjørt, at hon fer at gera tað til eitt av sínum høvuðsmálum at gera nýskipanina til einkis.

 

Men Kristina Háfoss metir tað øðrvísi, tí hon er sannførd um, at tað verða fíggjarliga viðurskiftini ímillum Føroyar og Danmark, sum fara at vera høvuðsmálið í valstríðnum upp undir næsta løgtingsval, sum verður í seinasta lagi 31. august.

 

– Hetta er ein spurningur, sum er ringur at koma uttan um hjá næstu samgongu, sama, hvør hon verður, heldur hon

 

Hon staðfestir, at hóast allir flokkar ikki taka undir við, at vit skulu loysa frá Danmark, vilja allir flokkar kortini, at vit skulu vera fíggjarliga sjálvbjargin, tá ið vit hava ráð til tað, sum tað ofta verður sagt.

 

Hon vísir á, at sjálvt Sambandsflokkurin hevur skrivað undir eitt samgonguskjal, har danska ríkisveitingin skuldi skerjast undir ávísum fortreytum. Tað gjørdi flokkurin, tá ið samgongan ímillum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin, varð skipað í 2008. Men tað var kortini av ongum, tí fortreytirnar hildu ikki.

 

Men Kristina Háfoss sigur, at í dag eru vit so nær einum sjálvberandi búskapi, sum vit yvirhøvur kunnu vera, og hava vit ikki ráð til sj´salvbjargni nú, hava vit tað aldrin.  

 

Á Fólkafundi í Havn í gjár, vísti hon á, at tað, Landið, kommunur, og sosialir grunnar av ymsum slagi, taka inn í skatti og gjøldum frá fólki til at fíggja vælferðina í Føroyum við, er 94 prosent av øllum útreiðslunum, og ríkisveitingin er sostatt bara seks prosent av útreiðslunum. Annars er ríkisveitingin bara 3,4 prosent av føroysku bruttotjóðarúrtøkuni.

 

Í 2016 var bruttotjóðarinntøkan fyri hvønn íbúgva í Føroyum, 385.000 fyri hvønn íbúgva og tað er meiri enn í Danmark og í Íslandi.

 

Afturat ríkisveitingini upp á 642 milliónir um árið, rinda danir 279 milliónir til løgreglu, dómsvald, Ríkisumboðið, og aðrar danskar stovnar í Føroyum, so tilsamans rindar danski statskassin góðar 921 milliónir í Føroyum.

 

Familjurættarliga økið kostar slakar 13 milliónir og tað hava vit yvirtikið, og landslæknin, sum kostar 1,5 millión, verður eisini yvirtikin og sostatt eru góðar 906 milliónir eftir.

 

Kristina Háfoss staðfestir somuleiðis, at í fjør høvdu Landskassin og kommunur 690 milliónir í avlopi, og tað er 48 milliónir meiri enn blokkurin. Sostatt er tað ómetaliga lítið, sum er eftir, áðrenn vit eru sjálvbjargin, staðfestir hon.

 

Annars rinda vit sjálvi 125 milliónir í lestrarstuðuli til tey, sum lesa Føroyum og uttanfyri Norðurlond. Harumframt hava norðurlond eina avtalu um, at øll kunnu lesa hjá hvørjum øðrum og fáa lestrarstuðul eftir reglunum, har tey lesa. Nøkur norðurlond endurrinda ein part av tí, men Ísland, Føroyar og Áland, eru undantikin hesi endurgjaldsskylduni

 

Hon hevur eisini eitt uppskot um, hvussu tað kann gerast so lagaliga, at tað ikki merkist. Í hesum sambandi heldur hon, at vit eiga at fáa eina tjóðarsamtykt um, at hvørja ferð inntøkurnar á fíggjarlógini hækka tvey prosent, skulu vit brúka helvtina til at bøta um vælferðartænasturnar og hina helvtin til at skerja ríkisveitingina við.

 

Tað hevði givið góðar 50 milliónir afturat til vælferðartænastur, lønarhækkingar og príshækkingar, og góðar 50 milliónir til at skerja ríkisveitingina við.

 

Sosatt kundu vit niðurlagað ríkisveitingina, so at hon var heilt burtur um eini 12-13 ár. Men annars hevur inntøkuvøksturin verið væl meiri enn tvey prosent seinastu árini, leggur hon afturat.

 

Kristina Háfoss er sannførd um, at tað er ein veruleikakend leið at ganga, tí allir flokkar virka fyri at teir vilja gera okkum sjálvbjargin. Samstundis er politiska semjan um at seta pening av í búskapargrunnin, sum vit kunnu brúka burtur av tá ið tíðirnar versna, so at afturgangstíðirnar ikki svíða so illa.