–Vit klára ikki at byggja alt, so okkurt má bíða.
Tað heldur Annfinn Brekkstein, býráðslimur í Havn.
Hann er í minnilutanum í býráðnum, og tá ið býráðið hóskvøldið einmælt samtykti at byggja nýggjan musikkskúla, reisti hann fremstafingur og ávaraði um gongdina.
Hann vísir á, at hesi næstu trý, fýra árini skal kommunan byggja nýggjan risastóran fólkaskúla á Fløtum fyri 350 milliónir og nýggjan Musikkskúla fyri 90 milliónir, umframt allar aðrar ætlanir, sum eru settar út í kortið.
Annfinn Brekkstein staðfestir, at hetta fer at merkja, at okkurt má bíða, tí alt kann ikki gerast ísenn.
Vit hava ikki fíggjarliga orku at gera alt ísenn og tað merkir, at verður musikkskúlin bygdur nú, má Skúlin á Fløtum bíða eitt sindur, er hann sannførdur um.
Hann leggur afturat, at hann er hvørki sinnaður til at taka lán, ella til at hækka skattaprosentið, fyri at fáa allr ætlanirnar hjá settar í verk nú.
Bogi Andreasen var ikki heilt samdur. Hann sigur, at skúlarnir eru ein langtíðaríløga, so verður tað neyðugt at taka lán, hevði hann ikki ivast í tí. Men skattaprosentið skal ikki hækkast, staðfestir hann samstundis.
Marin Katrina Frýdal, skeyt eftir Anffinni Brekkstein og minti hann á, at eitt tað síðsta undanfarna býráð gjørdi, var at lækka skattaprosentið í Havn eitt prosent.
– Tað er gott, at Annfinn Brekkstein ásannar, hvussu illa umhugsa tað var at lækka skattaprosentið, tí nú hava vit 30 milliónir minni at arbeiða við.
Hinvegin gjørdi bæði hon, og Gunvør Balle, at skúlin á Fløtum skal ikki bíða, men at talan verður hvørki um at hækka skattin, ella at taka lán fyri tað.
Eisini Annika Olsen, borgarstjóri, ásannar, at tað verðru ein avbjóðing at fíggja báðar skúlarnar, men har viljin er, er eisini ein vegur, sum hon tók til.










