Hetta fer hann aldrin at góðtaka

Tingmaður í samgonguni tekur ikki undir við stórari ætlan hjá samgonguni og hann tilskilar sær rætt til at atkvøða eftir sínari egnu sannføring

Í farnu viku legði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, og í samferðslumálum eina umfatandi ætlan fram um, hvussu samferðslan kring landið skal skipast hereftir.

 

Her var talan um ein samferðslupakka, sum tvey umboð fyri hvønn samgonguflokk hava snikkað saman. Ein partur av hesum er, at tað skal vera ókeypis at koyra ígjøgnum Vágatunnilin og Norðoyatunnilin. Hinvegin skal tað verða dýrari at føra farm ímillum Havnina og Suðuroy – umframt tað, at eitt skip afturat verður útvegað afturat til suðuroyarsiglingina.

 

Men harafturat verður eitt avgjald afturat lagt á bensin og diesel, umframt at vegskatturin fyri bilar, skal hækkast. Uppskot eri løgd fyri Løgtingið um hetta og tey koma til viðgerar í næstum.

 

Men trupulleikin er, at tað eru ávísir tinglimir í samgonguni, sum ikki vilja vitað av hesi ætlanini. Ein av teimum er Brandur Sandoy, tingmaður fyri Fólkaflokkin. Samstundis ger hann greitt, at í hesum føri fer hann at tilskila sær rætt til at atkvøða eftir síni egnu sannføring hóast tað gongur ímóti samgonguni.

 

Hann sigur, at hann fer aldrin at góðaka, at vit fáa eina skipan, har tað skal gerast ókeypis hjá summum at ferðast, samstundis sum at at onnur skulu rinda tað sama, ella enntá meiri.

 

– Tað kemur ikki upp á tal, so skulu vit koma víðari, skal hetta broytast. Og tað skal antin broytast so, at antin rinda øll tað sama fyri at koyra ígøgnum undirsjóvartunlr og ferðast við skipan, ella skal ongin rinda nakað – og so eru tað allir skattaborgararnir, sum rinda.

 

Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin heldur ikki, at hugsunnarhátturin hjá Brandi Sandoy, er ikki serliga samhaldsføst. Hann vísir á, at tann stóra fjøldin av fólki býr í hesum økjunum, har tunlarnir eru, og tað eru tey, sum lyfta ta tungu, fíggjarligu byrðina. Og tey mugu eisini hava rætt til at gera av áseta, hvussu viðurskiftini skulu skipast.   

 

Bill Justinussen sigur, at hinvegin býr Brandur Sandoy í einum fámentum øki, sum hevur brúk fyri stórum samhaldsfesti frá restini av landinum.

 

Tí heldur hann, at Brandur Sandoy má ikki hugsa so, at eingin má fáa nakað fyri einki, tí tað fer at raka hann sjálvan aftur beint framman á.