Endamálið við hesum er at verja børn og ung ímóti kynsligum brotsverkum. Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum. Nú hevur hann lagt uppskot fyri Løgtingið um barnaváttanir. Tað merkir, at tey, sum seta fólk í starv at hava við børn og ung undir 15 ár at gera, skulu nú prógva, at tey ongantíð hava havt nakað við kynsligan ágang ímóti børnum og ungum at gera.
Tað merkir, at áðrenn tey verða sett í slík størv, hevur arbeiðsgevarin skyldu til at útvega eina barnaváttan frá løgregluni. Ein barnaváttan er ikki bara eitt prógv um, at ein ikki hevur dóm fyri kynslig brotsverk ímóti børnum og ungum. Ein barnaváttan fevnir nevniliga um allar avgerðir í samband við kynslig brotsverk móti børnum, eisini tá ið avgerðiner at ákæra ikki verður reist.
Hetta er galdandi fyri allar landsstovnur, kommunalar stovnar ella privat, sum seta fólk í starv at hava við børn og ung undir 15 ár at gera. Eisini hjúnafelagar, sambúgvar, heimabúgvandi børn yvir 15 ár skulu hava barnaváttan um tey koma í regluligt samband við børn ella ung ígjøgnum tann, ið hevur eitt slíkt starv. Hetta er somuleiðis galdandi fyri samkomur og frítíðarfeløg, har børn og ung eru.
Í eini vanligari revsiváttan standa lógarbrot nevnd í tvey til tíggju ár, alt eftir, hvussu groft talan er um. Men í barnaváttanum standa brotini antin í 10 ár, ella í 20 ár, ella til viðkomandi er vorðin 80 ár.