Gongst sum ætlað, fara IRF og Tórshavnar Kommuna nú at samstarva um eitt felags, landsumfatandi tyrvingarpláss. Fyribils liggur í kortunum, at tyrvingarplássið verður í Kvívík, har IRF hevur eitt øki omanfyri bygdina.
Í Tórshavnar býráð halda tey, at tað er skynsamur fíggjarpolitikkur tí er munandi bíligari fyri báðar partar at bæði IRF, og Tórshavnar kommuna, hava eitt felags tyrvingarpláss, tí so slepst undan at gera tvær íløgur í tyrvingarpláss.
Annika Olsen, borgarstjóri, sigur, at tað verður IRF, sum stendur fyri íløguni, men so skal Tórshavnar kommuna gera eina samstarvsavtalu við IRF og hon miðjar eftir at skriva undir avtaluna í næstum.
Í Tórshavnar Býráð hava tey í nógv ár tosað um at útvega eitt nýtt tyrvingarpláss, sum tað hevur verið ført fram, at tørvurin er bráðneyðugur. Tórshavnar Kommuna hevur tyrvingarpláss í Húsahaga, beint omanfyri Villingardalsvegin, men har er av álvara farið at fyllast, so tørvurin á einum nýggjum plássi er stórur.
– Við hesum hava vit fingið eina langtíðarloysn á trupulleikanum. Og tað vildi verið vánaligur fíggjarpolitikkur at gjørt tvey tyrvingarpláss, heldur enn at samstarva, har tað ber til, samstundis um vit fara at spara nógvan pening at gera eitt felags pláss, sigur hon.
Poul Andrias Joensen, stjóri í IRF, sigur, at enn eru tey ikki komin serliga langt við hesi ætlanini.
– Men veruleikin er, at bæði vit, og IRF mangla tyrvingarpláss og vit hava tosað um tað skynsama í at gera íløguna í felag, sigur hann. Og íløgan er stór, men hvussu nógv, talan er um, vil hann ikki siga nakað um, nú ætlanin er komin so stutt.
Tosað hevur verið um at leggja hetta tyrvingarplássið í Kvívík. Men tað er als einki avgjørt, tí tey í IRF hava kannað ymsar møguleikar, og tað kann eisini vera onkra aðrastaðni. Og Poul Andrias Joensen leggur afturat, at ætlanin er so nýggj, at IRF hevur ikki verið í sambandi við bygdarráðið í Kvívík um ætlanina.
Men áðrenn ein slíkt tyrvingarpláss verður veruleiki, eru tað nógv viðurskifti, sum skulu greiðast, eitt nú skulu krøv frá myndugleikunum gangast á møti og loyvi at gera tyrvingarplássið, skal eisini útvegast. Av tí sama ber heldur ikki til at siga nakað um, nær ætlanin verður veruleiki.
Tey, sum eru komin upp í árini, minnast tey gomlu tyrvingarplássini, sum vóru runt um í landinum. Tey vóru ikki bara tyrvingarpláss, men ruskpláss, tí har endaði alt ruskið og tey vóru alt annað enn tespilig.
Men eitt tyrvingarpláss nú á døgum, kann als ikki samanberast við tey.
– Tað, sum verður tyrvt nú á døgum, er alt væl skilt, so at alt, sum kann brennast, verður brent, og samstundis er alt vandamikið burturkast, og alt burturkast, sum kann dálka náttúruna, tikið frá. Tað, sum tá er eftir, verður tyrvt.
Hvussu stórar nøgdir, talan verður um, sum skulu tyrvast, er óvist, men stjórin í IRF metir leysliga, at talan verður um eini 8.000 – 10.000 rúmmetrar um árið.