Tað er staðfest, at Týskland hevur vunnið hondbóltskappingina fyri U17-manslið, Nordic Open.
Týskland vann fyrrapartin í stórhøllini við Tjarnir 28-25 (12-12) á Íslandi.
Malte Hagedorn var við seks málum toppskjútti hjá Týsklandi. Anton Frans Sigurðsson var við sjey málum toppskjútti hjá Íslandi.
Klokkan 16 spæla Føroyar móti Sveis, har okkara fara at royna at knógva fyrsta sigurin i seinasta dystinum í kappingini.