Hetta fer at elva til ófrið og órógv á Strandferðsluni

Jólagávan frá samgonguni til starvsfólkini á Strandferðsluni, fer at hylja stovnin í bølamyrki, sigur Starvsfelagið

– Hetta var ikki eiti á jólagáva til tey trúgvu starvsfólkini á Strandfaraskipum Landsins. Tað sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, nú Løgtingið leggur síðstu hond á fíggjarlógina fyri næsta ár. Hann sipar til ætlanina at gera Strandferðsluna til eitt alment partafelag.

 

Við hesum ætlar samgongan, enn einaferð at offra gjøgnumskygni hjá borgarunum og rættartrygdina hjá starvsfólkunum fyri vinnulig áhugamál, sigur Súni Selfoss. Hann sigur, at alt hetta fer fram, uttan so mikið sum at nakar hevur ráðført seg við tey feløg, sum varða av starvsfólkunum á hesum stóra almenna arbeiðsplássi.

 

– Verður Strandferðslan gjørd til eitt partafelag, verður tað ein kollveltandi broyting fyri starvsfólkini og trygdina í starvinum, sigur hann.

 

–  Gongur tað sum við hinum stovnunum, sum eru umskipaðir, verður fyrisitingarrætturin settur úr gildi, og grundleggjandi starvsfólkarættindini, sum higartil hava verið sjálvsøgd, hvørva sum døgg fyri sól. Eini av hesum rættindum eru kravið um at avgerðir um uppsøgn skulu vera sakligar, og at tær hava eina fullgóða grundgeving.

 

– Við broytingini verður lógin um alment innlit eisini koplað frá, og rætturin at fáa innlit í avgerðirnar at tryggja, at alt er farið rætt fram í starvsfólkamálum, hvørvur. Somuleiðis hvørvur vanliga gjøgnumskygnið hjá journalistum og øðrum borgarunum við tí, sum fyriferst á stovninum, sigur formaðurin. 

 

Hann sigur, at vilja tey starvsfólkunum væl, fer hann staðiliga at mæla samgonguni frá at gera hesa broytingina. Hann staðfestir, at hjá fyritøkum, sum hava sum fremsta mál at vinna pening koma rættindini hjá starvsfólkunum altíð í aðru røð - ella ofta uppaftur aftanligari.

 

Eitt nú hevur Starvsfelagið  havt stórar trupuleikar við at hjálpa starvsfólki í partafelagnum Posta, eisini í sambandi við manglandi gjøgnumskygni og grundgevingar í sambandi við uppsagnir og burturvísingar.

 

– Tað undrar meg almikið, hvussu hetta málið um at umleggja Strandferðsluna knappliga kom dettandi av himli beint fyri jól. Mær vitandi hevur eingin umrøtt hetta við partarnar á arbeiðsmarknaðinum, ei heldur við starvsfólkini, sigur Súni Selfoss.

 

– Ein slík kollveltandi broyting kann bara skapa órógv og ótryggleika hjá starvsfólkunum og eina slíka jólagávu høvdu tey trúgvu og dugnaligu starvsfólkini á Strandferðsluni ikki uppborið, leggur hann afturat. Tí vónar hann eisini, at Løgtingið sleppur ætlanini.