Tey allarflestu munnu hava lagt merki til, at prísurin á olju og bensini er farin til himmals í seinastuni. Í hesum sambandi hevur Kappingarráðið, enn einaferð, víst á, at oljufeløgini í Føroyum taka sær størri vinning enn oljufeløg gera aðrastaðni.
Og ein grund til at tey kunnu tað,er, at tað eru bara tvey oljufeløg og sostatt er eingin verulig kapping á økinum. Tí hava fólk róð framundir, at kanska átti SEV eisini at tikið kappingina upp við oljufeløgini og farið og selt olju og bensin - serliga nú oljufeløgini eru farin at taka kappingina upp við SEV og vilja selja streym.
Men Kári Johansen, formaður í stýrinum fyri SEV, sigur, at tað verður av ongum, at SEV fer at selja olju og bensin. Hann sigur, at tey hava umrøtt málið á stýrisfundi, men har er full semja um, at tað skulu tey ikki fara í holt við.
Hann sigur, at í stýrinum er full semja um, at tað er ikki uppgávan hjá SEV at selja olju. Vit arbeiða av øllum alvi við at byggja grøna orku út so at vit sleppa frá at brúka olju, so tað hevði verið ein andsøgn skuldu vit nú eisini farið og selt olju, sigur hann.
Hann sigur, at fáa tey ikki boð um tað frá eigaranum, sum eru kommunurnar, fer SEV ikki undir at selja olju og bensin, tí tey fara at halda seg til sítt kjarnuøki. Og kjarnuøkið er at halda veitingarskylduna, tey hava at tryggja føroyingum eina álítandi streymveiting og at byggja grønu orkuna út. Tað er okkara endamál og tað halda vit okkum til, sigur Kári Johansen.
Men hann dugir heldur ikki at síggja at kommunurnar fara at áleggja SEV at selja olju. Ein grund til tað er, at skal SEV undir at selja olju, skulu stórar íløgur gerast í oljutangar, bilar og bensinstøðir- tí goymslurnar hjá SEV eru ov lítlar.