Tey 31 Nato-londini vórðu í dag samd um fleiri niðurstøður á Nato-toppfundi í Vilnius.
Her eru høvuðsmálini:
* Ukraina.
Nato-londini endurvátta boðini frá toppfundinum í Bukarest í 2008 um, at Ukraina »fer at gerast limur í Nato«. Samstundis sleppur Ukraina undan eini sonevndari »Membership Action Plan«. Hon setur fleiri krøv til nýskipanir hjá limalondunum.
Nato vil hinvegin hjálpa Ukraina við nýskipanum og eina ætlan yvir fleiri ár, sum skal føra Ukraina upp til Nato-standardir. Við hesi bakgrund hevur Nato »møguleika fyri« at lata eina innbjóðing til limaskap, »tá tey sameindu eru samd«, og »treytirnar lúkaðar«. Harumframt verður gjørt eitt serliga Nato-Ukraina-ráð, so partarnir kunnu hittast á meira jøvnum føti.
* Russland.
Russland verður í niðurstøðunum kosið sum »týdningarmesta og beinleiðis hóttan ímóti trygdini hjá teimum sameindur og friði«. Yvirgangur er onnur hóttan, sum Nato vil verja borgarar í samgonguni ímóti.
* Kina.
Ætlanirnar hjá Kina geva Nato-londunum avbjóðingar. Nato er tó »framhaldandi opið fyri eini uppbyggjandi samstarvi við Kina«. Hinvegin heita Nato-londini á Kina um at fordøma kríggið hjá Russlandi í Ukraina.
* Verjufíggjarætlanir
Á Nato-toppfundinum í Wales í 2014 vóru Nato-londini samd um at brúka tvey prosent av bruttotjóðarúrtøkuni upp á verjuna í 2024. Hesum hava londini so langt frá rokkið. Í ljósinum av hóttanunum verða tey tvey prosentini nú gjørt til eitt minstamál. Samstundis hava Nato-londini sagt ja til at brúka minst 20 prosent av verjufíggjarætlanini til at keypa hernaðarútgerð.
* Verjuætlanir
Nato-londini endurvátta »ófrávíkiliga arbeiðinum« at verja »hvønn tumma av økinum hjá teimum sameindu«. Tí vilja Nato-londini styrkaj felags verjuna ímóti »øllum hóttanum úr øllum ættum«. Tað skal millum annað gerast við at hava fleiri deildir tilbúnar. Harvið kann samgongan »skjótt styrkja eitthvørt Nato-land, sum er hótt«.
* Svøríki og Finnland
Finnland var fyri fyrstu ferð við á Nato-toppfundi sum fullgyldugur limur. Nato-londini fegnast um at bjóða Svøríki vælkomnum í samgonguna. Boðini komu, eftir at tað dagin fyri toppfundin var gjørd avtala við Turkaland um, at landið fer at góðkenna svenska limaskapin.
Keldur: Natos Vilnius Summit Communiqué
/ritzau/