Hetta eru gleðilig tíðindi

Tað verður nógv bíligari at gera stóra skaðan aftur, enn tey stúrdu fyri

Hetta var gleðiligt. Tað sigur Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalba, nú tilboðini upp á at gera stóra skaðan aftur, sum havnarlagið fekk í ódnarveðri fyri einum góðum ári síðani.

Ein stórur partur av brimverjuni skolaði burtur, so sum støðan er nú, kunnu skip ikki liggja við kei uttan at heilt góðum veðri. Skaðin var so stórur, at tosað varð um, at tað fór at kosta yvir 20 milliónir at gera tað aftur.

Nakað síðani varð arbeiðið boði út og og tey trý tilboðini, sum komu inn, vórðu latin upp í dag. Og tað var ein avbera fegin borgarstjóri, sum skrivaði úrslitini niður, tí tað vísir seg, at tað verður nógv bíligari at gera skaða aftur enn tey høvdu stúrt fyri.

Articon bjóðaði sær at gera skaðan aftur fyri góðar 17 milliónir og J&K Petersen kann gera tað aftur fyri góðar 15 milliónir.

Men so var tað byggifelagð RTS, sum bjóðar sær til at gera arbeiðið fyri góðar átta milliónir, ella helvtina minni enn hini bæði byggifeløgini.

Í øllum hesum tilboðunum verður grótgarðurin gjørdur aftur við gróti, sum er innflutt úr Noregi. Skal skaðin gerast aftur við gróti, sum verður høgt í Føroyum, høvdu tilboðini verið einar tvær milliónir dýrari.

Janus Thomsen sigur, at sostatt verður tað munandi bíligari at gera skaðan aftur enn tey stúrdu fyri, men tað er bara at fegnast um, sigur hann. Hann sigur, at nú verður farið í samráðingar við RTS um arbeiðið, og so er ætlanin at skriva undir sáttmála so at arbeiðið kann verða gjørt sum skjótast.

Hann sigur, at suðursíðan á brimgarðinum hevur eisini nøkur sár og nú skaðin verður gjørdur aftur, verður eisini farið í samráðingar um at umvæla tey sárini í sama viðfangi.

Janus Thomsen sigur, at hesa ferð verður grótkastið gjørt øðrvísi enn tað, sum nú er farið. Tað verður nakað hægri enn tað, sum fór, og hallið verður munandi slakari fyri at tað skal tola munandi meiri brim.

– Tað verður gjørt út frá úrslitunum vit fingu, tá ið vit gjørdu simuleringar á rannsóknarstovu í Danmark, sigur Janus Thomsen. Sostatt verður lagt upp fyri, at vatnstøðan, sum heild, hækkar ein metur, men tað er eisini lagt upp fyri teimum ódnununum, sum bara henda einaferð hvørji 100 ár.

– Sostatt meta vit, at vit hava gjørt tað, vit kunnu, fyri at fáa eitt grótkast, sum heldur, so at vit ikki aftur koma í hesa støðuna, sigur Janus Thomsen.

Borgarstjórin í Hvalba hevur fleiri ferðir róð fram undir, at landskassin eigur at rinda ein part av tí, sum skaðin kostar, tí landskassin hevur áður goldið fyri brimskaðar.

Og tað ætlar hann framvegis. Tá ið fíggjarlógin fyri í ár varð samtykt, varð játtanin til havnir sum heild, hækkað tvær milliónir, so nú er hon komin upp á sjey milliónir. Tingfólk tosaðu um, at ein partur av teimum pengunum, kunnu brúkast til at gera brimskaðar aftur, men  teir eru ikki markaðir til tað.

Men Janus Thomsen ætlar at Hvalbiar Kommuna skal fáa burtur av tí puljuni til brimskaðar, eisini tí, at myndugleikarnir hava ynskt, at nýggja skipið hjá Strandferðsluni, Erla Kongsdóttir, skal kunna brúka havnina í Hvalba, og at Havnin annars verður neyðhavn hjá landinum.