Hetta er verri enn vit høvdu væntað

Landsstýrið fer at fylgja væl við støðuni hesar næstu dagarnar fyri at vita um onnur tiltøk skulu setast í verk

##med2##

 

Vit høvdu væntað, at korona fór at taka seg upp aftur nú veturin nærkast. Tað ásannar Bárður á Steig Nielsen, løgmaður. Men hann ásannar eisini, at tað kortini kemur óvart á, at smittan skuldi eksplodera soleiðis, sum hon hevur gjørt hesa seinastu vikuna, ella gott tað.

 

Hann sigur, sostatt, at tilburðirnir eru fleiri í tali, enn tey høvdu væntað og tí eru tiltøk eisini sett í verk fyri at tálma smittuni. Eitt tiltak er, at skúlagongdin er avmarkað bæði í Eysturoynni, og í Klaksvík, har tey eru serliga hart rakt. Annars eru nógv onnur tiltøk avlýst av øllum handa slagi.

 

Í stóra skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík liggur ein stórur partur av børnum og lærarum við koronu og har verður eisini avmarkað skúlagongd í næstu viku. Hesa vikuna eru tað bara 1.-3 flokkur, sum er í skúla, men eisini teir flokkarnir eru fámentir, tí nógv av børnunum eru heima. Í næstu viku verður tað upp á sama máta, at bara 1.-3 flokkur er í skúla.

 

Læknafakligi serkunnleikin hevur mælt til, at munur verður gjørdur á fólki, sum eru koppsett, og teimum, sum ikki eru koppsett. Tað merkir, at fólk skulu hava koronupass fyri at sleppa. á matstovur, og aðrastaðni. Men løgmaður sigur í tíðindunum á FM1, at hann hevur altíð tvíhildið um, at vit skulu ikki gera mun á fólki, og tað stendur hann framvegis við.

 

Hann sigur, at tað vísir seg eisini, at tey, sum eru koppsett, verða eisini sjúk, og tey smitta onnur, og tað stuðlar bara uppundir, at tað er ikki rætt at gera mun á fólki. Men hann leggur afturat, at tey mugu fylgja væl við støðuni, og mugu taka støðu, alt eftir, hvussu støðan er. Tí fer landsstýrið at viðgera støðuna hesa næstu vikuna fyri at vita, um fleiri tiltøk skulu setast í verk.

 

Trýst á pílin undir myndina og hoyr løgmann greiða frá, tí nýggjasta um koronu