Hetta er undir alt lágmárk

Landsverk ger, at alt byggivirksemi í oynni steðgar upp, siga borgarstjórarnir í oynni

- Meðan partar av landinum koyra við fullari ferð, byggja og spreingja fyri milliardir, hevur landið nú ikki eingong skervsølu í Sandoynni.

 

Borgarstjórarnir í Sandoynni krevja, at løgmaður gevur Landsverki boð um at føra skerv og annað grót í oynna við grótbátum.

 

Teir siga, at mest sum alt byggivirksemi í Sandoynni er steðgað upp, tí at Landsverk hevur latið skervsøluna aftur.

- Hendan støðan er fullkomiliga ótolandi, har kommunur ikki fáa tilfar til at gera útstykkingar, ikki fáa tilfar at bøta vegir við, og har privatfólk ikki fáa tilfar í oynni til nakað sum helst, siga borgarstjórarnir.

 

Teir vísa á, at í næstum standa stórar útbyggingar fyri tørni í Sandoynni. Bakkafrost skal byggja í oynni, Sandoyartunnilin skal spreingjast og nógvar útstykkingar eru í gongd.

- At dúva uppá at føra alt tilfarið við Teistanum um fjørðin í framtíðini er ørt í høvdinum, tí oyggin stendur frammanfyri stórum útbyggingum, sum koma at krevja nógv gróttilfar. Harumframt er longu sum er, sera trupult at fáa fisk til virkingar í oynna, tí kapasiteturin um fjørðin er so lítil, nú Teistin ikki tekur líka nógva vekt inn á dekkið sum hann hevur frammanundan, siga teir.

 

- Tí má Landsverk fáa boð frá Løgmanni beinanvegin um at rætta uppá hesa støðu, og aftur fara at føra skerv og annað tilfar við grótbátum í oynna, og hava eitt úrval í Sandoynni sum gerð tað møguligt hjá okkum í Sandoynni at byggja út á sama hátt sum aðrastaðni, krevja Brandur Sandoy, Gerhard Lognberg, Brynhild Sørensen og Linjohn Christiansen.