Hetta er tann næstbesta loysnin

Tjóðleikhúsið liggur gott á Kongabrúnni, men eitt stað er betri, heldur Albert Isfeld, arkitektur

Bursatangi er eitt gott stað at byggja eitt nýtt tjóðleikhús á. Tað heldur Albert Isfeld, arkitektur. Men í tíðindunum á FM1 helt hann kortini, at Bursatangi er tað næstbesta staðið, tí tað er eitt pláss mitt í Havnini, har tjóðleikhúsið hevði ligið betur.

Hann heldur ikki, at vandi er fyri, at eitt tjóðleikhús á Bursatanga fer at taka nakað frá søguligu bygningunum á Tinganesi, tí tað er ikki óvanligt, at byggja nýtt undir liðini á tí gamla.

Hann sigur, at á Bursatangi liggur eitt Tjóðleikhús beint við sjógvin, við býnum beint aftan fyri, so hann heldur, at tað er eitt heppið væl.

Trýst á pílin undir myndini og hoyr arkitektin greiða frá, hví hann heldur, at Bursatangi er eitt heppið val, men hví hann heldur, at eitt annað pláss hevði verið upp aftur betur.