Tað, sum fullkomuliga vendi kvinnufinaluni frá at gerast eitt skrædl til at enda sum sigur, byrjaði úti á bonkinum, har venjarin, Kristian Mikkelsen, saman við hjálparvenjaranum, Jóan Peturi á Stongum, legði eina ætlan fyri vendina, ið má sigast at vera sálarfrøði á hægsta stigi.
– Ja, vit royndu at brúka eitt sindur av sálarfrøði í øðrum setti, tá vit vóru aftanfyri við 10 stigum, og tað sá út til at rigga. Vit søgdu við spælararnar, at teir skuldu gloyma fyrsta sett og heldur hugsa um alt tað, sum hevði riggað og sum tær duga, og tað vísti seg eisini at geva úrslit. Vit fingu trúnna í spælararnar aftur, og tað bar allan vegin, segði Kristian, ið næstan ikki hevði nakra rødd eftir, tá dysturin var lokin og gullið vunnið.
Hann duldi heldur ikki fyri, at hann var ótrúliga glaður og fegin, og hann staðfesti somuleiðis, at hesin sigurin endar ovast í savninum yvir upplivingar:
– Eg eri næstan málleysur, tí hetta var heilt, heilt, heilt fantastiskt. Hetta er tað besta, eg havi upplivað í flogbólti. At vit so skuldu vinna 16-14 í fimta setti oman á tað heila, er bara púrasta ótrúligt. Eg eri púra ferdigur, segði venjarin, áðrenn hann saman við spælarunum fór út á vøllin at fagna áskoðarafjøldini, ið allan dystin á tamb gjørdi sítt besta fyri at bera kvinnurnar fram.