Hetta er sum tað plagar at vera í januar

Men tað er kortini stórur munur á januar í ár og januar í fjør

Desember mánaður er tann mánaðurin, har tað plagdi vera flest fólk til arbeiðis kring landið. Hinvegin plagar januar at vera tann mánaðurin í árinum har tað eru flest fægst fólk til arbeiðis. Tí er stórur munur á løntakaratalinum hesar báðar mánaðirnar – og soleiðis er eisini hesa ferð vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni. Í desember vóru yvir 28.000 fólk til arbeiðis, men nú í januar minkaði talið niður í 26.800 fólk. Men verður januar í ár samanborin við januar ú fjør, er kortini stórur munur á.

 

Samanborið við sama mánað í fjør er tó øðrvísi. Í januar í ár vóru stívliga 400 fleiri løntakarar enn tað vóru í januar í fjør. Tað svarar til ein vøkstur upp á 1,2 prosent. Hagstovan sigur eisini, at nú sær aftur út til, at talið á løntakarum aftur er veksandi, eftir at gongdin annars hevur verið, at vøksturin verið avhæsaður hesar seinastu mánaðirnar.

 

Í januar vóru 13.600 menn og 13.200 kvinnur í løntakaraskaranum. Tað er um 200 fleiri menn og 200 fleiri kvinnur enn í sama mánað árið fyri. Tað merkir eisini, at 50,8 prosent av løntakaraskaranum eru menn og 49,2 prosent eru kvinnur. Annars vísir gongdin, at tann bólkarnir, sum eita almennar tænastur og privatar tænastur, eru í einum jøvnum vøkstri. Í privatu tænastuvinnuni eru nú

 

Trendurin vísir ein javnan vøkstur í 'almennari o.a. tænastu' og 'privatu tænastuvinnunum'. Løntakarararnir í privatu tænastuvinnunum eru nú stívliga 8.700 í tali, og tað eru fleiri, enn áðrenn koronufarsóttin rakti. Í byggivinnuni minkar løntakaratalið, sigur Hagstovan.