Í nøkur ár var møguligt hjá ferðafólki, sum ætlaðu sær ta heilt stóru avbjóðingina í Sandoynni, at síga niður í Lonina vestan fyri á oynni. Gongutúrurin úr Søltuvík og norður tekur tað mesta av einum tíma, og her hevði tú høvi undir hepnari hond at uppliva tað, sum kanska mest av øllum kann samanberast við at leypa út í fallskíggja, sum onkur hevur tikið til.
Av eggini og niður í sjógv er Lonin, sum staðið verður rópt, umleið 300 metrar - ja, onkur sigur 304 metrar. Her uppi á bakkanum er lítið hús, sum Lonafelagið hevur bygt, og her er motorur og spæl, sum saman við royndum fólki syrgja fyri, at tú kemur trygt niður og upp aftur úr høga berginum.
Tey, sum hava tikið av hesum túri, vita, at hetta er ein rættilig avbjóðing fyri mong, tó at tey eru fleiri, sum undanfarin ár hava verið niðri í Lonini, sum er stóri vøllurin einar 200 metrar niðri í berginum, sum sæst sunnan fyri á myndini, har maðurin og abbadóttirin sita ytst úti á tromini.
Onkur, sum ætlaði sær niður í Lonina, hevur vent aftur, tí dirvið sveik.
Teir, sum standa aftan fyri sígingina, eru royndir bjargamenn, og teir eru vanir við at hjálpa fólki, ið ikki hava roynt slíkt áður. Áðrenn tú fert út av eggini, hevur tú hjálm á høvdinum og ert væl íbundin. Tú situr í einum tilgjørdum “stóli” við sterkari línu, sum liggur um eina rullu úti á eggini og síðan á spælinum í lítla húsinum á bakkanum.
Ein royndur maður fer fyrst niður í Lonina undan tær, og hesin hevur eina línu við sær, sum er fest í stólin og sum ger, at hann úr Lonini kann stýra tær upp á pláss, tá tú verður loraður niður gjøgnum høga bergið.
Niðri í Lonini er rættiliga gott pláss, og hetta er størsta uppland niðri í berginum. Í Lonini kanst tú ganga tryggur og uppliva tað fuglameingi, ið her er, umframt at útsýnið haðani er fantastiskt. Fyri tann, sum dámar at taka myndir, er hetta eitt rættiligt eldorado.
Nú spælið í húsinum á bakkanum skal skiftast, er ikki væntandi, at nýggja spælið verður klárt til summarið hesaferð. Spælið er keypt, men tað fer helst at taka sína tíð at fáa tað upp á pláss.
Spæl og motorur, sum hava verið brúkt til hesa síging í nøkur ár, hava riggað væl, men teir, sum standa aftan fyri Lonafelagið, vilja eingi óráð taka, og tí skal nú nýtt spæl setast upp.
Í Lonini hava sandoyingar tikið nátaegg í seinnu hálvu av mai. Neyvi dagurin liggur um 23. mai, og soleiðis hevur verið í fleiri ár. Áðrenn spælið kom, sum hevur gjørt tað nógv lættari at søkja Lonina eftir nátaeggum, brúktu teir í nøkur ár traktor til at draga menninar upp aftur úr Lonini við.
Í Lonini hevur lundi verið fleygaður, men tað eru fleiri ár síðan seinast, og tað er upp aftur longur síðan, at sandoyingar tóku lomvigaregg. Lomvigin reiðrast niðast í berginum.
Tá síging við ferðafólki var ein møguleiki í Lonini, plagdu fyriskipararnir at leggja nakrar dagar í kalendaran, har fólk kundu tekna seg, og vónandi gongur ikki long tíð, til henda serstaka uppliving og avbjóðing aftur verður ein møguleiki í Sandoynni.
##med2##