Tað kendist vera vónbrot hjá Brandi Hendriksson Olsen, at hann var leikbannaður, tá ið Føroyar fríggjakvøldið spældu ímóti Danmark í Parkini, har Brandur átti heimavøll, tá ið hann í síni tíð umboðaði FCK.
Í kvøld er Brandur aftur á føroyska miðvøllinum, og tað er serligur dystur í kvøld hjá Brandi, tí í kvøld er hann fyri 50. ferð á landsliðnum.
Í kvøld spæla Føroyar 218. altjóða skrásetta landsdystin, síðani Føroyar í 1988 vóru partur av altjóða fótbóltssamgonguni FIFA. Brandur H. Olsen er 21. spælarin, sum røkkur 50 landsdystum.
Dysturin í kvøld er tann síðsti í hesi HM undankappingini og tann síðsti í ár.